Tá fyrrverandi kringvarpsstjórin Johnny í Grótinum á sinni segði Liljuna Weihe úr starvinum sum tíðindaleiðari, kærdi núverandi stýrisformaðurin og tvey núverandi starvsfólk á Frihedsbrevet avgerðina til Kringvarpsstýrið.
Hesi trý arbeiddu tá øll í KVF.
Nú hevur stýrisfomaðurin í KVF "burturvíst" stjóran, uttan at grundleggjandi mannagongdir innan starvsfólkarætt eru yvirhildnar.
Kanska hevur Ivan Niclasen ikki verið í rætta partinum, tá ið innanhýsis kríggið um tíðindaleiðaran leikaði.
Tað kostaði KVF eina millión krónur í sakførarakostnaði vm. at sleppa av við tíðindaleiðaran Liljuna Weihe.
Men at sleppa sær av við ein stjóra tykist nú at vera ein avgreiðsluspurningur.
Nepotisman á Frihedsbrevet sæst nú í Kringvarpsstýrinum.
Ad-hoc toymið
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo