Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Merkisdagar

Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt hundrað ára hald verður hildið. Men tað er í hesum døgum, at Frelsunarherurin í Føroyum hátíðarheldur teirra 100 ára langa virksemi í Føroyum. 100 ár eru ikki 100 dagar.

Uttan iva kundu tjúkkar bøkur ella verk verðið skrivaði um virksemi og persónarnar, ið hava myndað hesi 100 árini. Tey, ið virka nú, byggja á herðarnar hjá teimum undanfarnu.

Mong eru tey, ið hava funnið ugga og styrki í verki Frelsunarhersins gjøgnum hesi mongu ár. Ár eftir ár, so hevur boðskapurin ljóða um frelsuna og frælsi í Jesusi Kristi. Tað er bert boðskapurin um Jesus Kristus, ið kann seta menniskju í frælsi – óansæð, hvat menniskju eru bundin av. Hetta hevur Frelsurnarherurin megna ótrúliga væl, at víst ein kristnan hugburð – bæði í orði og verki.

Tað var í 1865, at Frelsunarherurin, varð stovnaður í London, har endamálið var at boða frelsuna í Kristusi og at hjálpa teimum, ið bundin vóru í neyð og elendigheit. Í dag virkar Frelsurnarherurin í 134 londum kring heimin. William Both, ið saman við konu síni, stovnaði Herin, livdi frá 1829 til 1912. Hvar enn í heiminum tú ferðast, har er Frelsunarherurin við Boðskapinum og Hondum Jesusar. Eitt, ið kanska ikki hoyrist so ofta um, er at Frelsunarherurin tíðum og ofta er fyrstur á staði har vanlukkan ella jarðskjálvtin er. Hví? Tí tey eru har longu í einum arbeiði. Og tá aðrir felagsskapir eru farnir heim aftur, ja, so heldur Frelsunarherurin fram við sínum virki mong ár afturat.

Tað var Winston Churchill, ið segði hesi tiltiknu orðini einaferð: “Har neyð er, har er Frelsunarherurin!!”

Her eru nøkur kend sitat frá Booth:

“Høvuðsvandin, ið rakar okkum í komandi árhundraði ( 20 øld) fer at verða: Religión uttan Heilaga Andan, Kristindómur uttan Kristus, fyrigeving uttan umvending, frelsa uttan endurføðing, politikkur uttan Gud, Himmal, men einki helviti”

“Virka sum um alt hvílir á arbeiði og bið sum um alt hvílir á bøn.”

“Far beint eftir sálum, og far eftir teimum ringastu fyrst.”

“Tú kanst ikki hita hjørtuni á fólki við kærleika Guds, um tey hava ein tóman maga og kaldar føtur.”

“Hjá summum er tráan eftir gulli, hjá øðrum er tað kunstur, aftur onnur ynskja at gerast kend. Mín tráan er eftir sálum.”

Eins og William Booth og konan royndu at hjálpa menniskjum á ymsan hátt í London, soleiðis royndi eisini ein annar maður, at hjálpa menniskjum, ið vóru bundin og trælir í USA. Tað var Abraham Lincoln, 16. forseti í USA. Hetta eydnaðist honum, men hann galt við lívi sínum fyri hetta, nevniliga í 1865, sama ár sum Frelsurnarherurin varð stovnaður.

Fyri nøkrum fáum døgum síðani doyði ein sera góður og trúgvur vinur hjá mær, Agnar Reinert. Hann doyði á sjálvum 100 ára degi sínum. Hann varð føddur 3. okt. 1924 og doyði 3. okt. 2024. T.v.s., at hann var føddur júst í sama mánaða í 1924 sum Frelsunarherurin byrjaði sítt virksemi í Føroyum. Fyri mær at síggja var hetta nakað profetiskt.

Hetta var tað, ið eg skrivaði á FB veggin hjá Agnari, tann dagin hann fylti 100 ár.  “Góði Agnar. Hjartaliga til lukku við tínum 100 ára degi. Tað var stórt, at vit kundu feiðra dagin saman við tær, har tú hevði fingið heilsan frá sjálvum Fríðrikki X kongi og borgmeistaranum í Kolding. Eftir at flest øll vóru komin og vit sótu og hugnaðu okkum við øllum tí sera góða matinum, so fórt tú stillisliga víðari inn í annað ljós, har tú fekst loyvi til at møta Konganna Kongi, Jesusi Kristi, ið tú alt títt lív hevur sett títt álit á. Ærað verði minni um mín góða vin gjøgnum nógv ár, Agnar Reinert. Ein Andans Kempa er farin heim.”

Gjøgnum seinnu árini, so havi eg fingið loyvi til at virka í høpi Frelsunarhersins – bæði í Føroyum og Danmark. Fyri hetta vil eg siga stóra tøkk og ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku við stóra degnum og ynskja tykkum alla Guds signing.

Fríðtór Debes

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo