Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann 8. desember fall einaræðið hja Bashar Al-Assad. Hetta var samstundis endin á 54 ára langa stýrinum hjá Al-Assad familjuni. Stjórnarfallið var úrslit av einum samskipaðum álopi, framt av ymiskum sýriskum andstøðuherliðum.

Talan er um eina altjóða politiska stórhending, sum markerar eitt vegamót, tá tað kemur til politisku valdsjavnvágina í miðeystri, umframt eitt nýtt tíðarskeið fyri tað sýriska fólkið.

Á odda í stríðnum, sum feldi Al-Assad, var vápnaði andstøðubólkurin HTS (Hayʼat Tahrir al-Sham), sum nú hevur valdið á Aleppo og á stórum pørtum av Sýria

Hvat er HTS?
Í 2017 løgdu fleiri islamistiskir andstøðubólkar seg saman í ein nýggjan bólk við navninum Hayʼat Tahrir al-Sham (HTS). Av hesum var Al Nusra Fronturin tann størsti bólkurin. Í samband við samanleggingina til HTS bleiv stovnarin av Al Nusra Frontinum, Abu Mohammad al-Julani, valdur sum Emir (hernaðarleiðari á føroyskum). Al-Julani er ein sýriskur islamistur, ið bardist fyri Al-Qaeda ímóti amerikansku innrásini í Irak í 2003, og sum eftir kríggið í Irak stovnaði Al-Qaeda í Sýria, sum seinni fekk heitið Al Nusra Fronturin. Í 2013 bleiv Abu Mohammad al-Julani settur á amerikanska listan av altjóða eftirlýstum yvirgangsfólkum.

Endamálið við samanleggingini til HTS var at skapa fjarstøðu ímillum tey stovnandi herliðini av HTS og teirra fyrverandi tilknýti til ávikavist Islamiska Statin í Irak og altjóða Al-Qaeda netverkið.

Álopið á Al-Assad stýrið byrjaði tann 27. november í fleiri býum og økjum í norðurvestur Sýria. Tað var primert HTS, ið stóð fyri atsóknunum, tó við stuðli frá SNA (Syrian National Army) – eitt hernaðarlið við tøttum tilknýti til turkiska stýrið.

Sum aftursvar valdi Bashar al-Assad at trekkja sínar hernaðarstyrkir úr økinum og at lata stórar mongdir av hernaðarútgerð liggja eftir, umframt at lata lagnuna hjá fólkinum í norðurvestur Sýria til fyrrverandi ISIS og Al-Qaeda stríðsfólk. Talan er sostatt um eina støðu, ið minnir nógv um fyrstu dagarnar eftir ISIS innrásina í Irak í 2013.

Hetta hevur síðan havt við sær ein samanbrest millum HTS og SDF (the Syrian Democratic Forces), sum er hernaðarstyrkin hjá DAANES (the Democratic Autonomous Administration of North and East Syria) - eitt sjálvstýrt fólkaræði í norðureystur Sýria.

Tann 30. november tryggjaði SDF eina humanitera leið millum Shehba landspartin norðanfyri Aleppo og restina av DAANES stýrda økinum fyri at hjálpa fólki at flýggja og fáa atgongd til neyðhjálp. Men longu tann 5. desember bleiv meginparturin av Shehba landspartinum yvirtikin av turkiskt stuðlaða SNA herliðnum. Hetta hevði við sær at humanitera leiðin bleiv stongd, og 9. desember hertók SNA nú eisini DAANES stýrda Manbij.

Støðan er nú tann, at yvir 120.000 innanhýsis flóttafólk eru komin úr Shehba landspartinum til DAANES stýrd øki umvegis áðurnevndu humaniteru leiðina. Shehba landsparturin hevur nemliga í fleiri ár húsað stórum flóttafólkalegum við yvir 200.000 innanhýsis flóttafólki, harav fleiri av teimum, sum flýggjaðu undan turkisku hersetingini av Afrin í norður Sýria í 2018. Bæði HTS og SNA hava eina søgu við harðskapi og mismuni av kvinnum og minnilutum í teimum landspørtunum, tey hava ræði á, eitt nú mótvegis kurdiskum og yazidiskum fólkabólkum. Í býnum Afrin var talið av kurdum yvir 90% áðrenn turkiska innrásin byrjaði, meðan tað í dag er umleið 15%.

Nú islamistar eru komnir aftur til valdið í stórum pørtum av Sýria, er týdningamikið at minnast til, at tað vóru ávikavist kurdisku herliðini YPG (the People’s Protection Units) og YPJ (the Women’s Protection Units), sum í samband við stríðið fyri býin Kobané í 2014 steðgaðu fyrstu innrásini hjá ISIS í Sýria, og sum tá megnaðu at trýsta ISIS út úr stórum pørtum av landinum. Hetta hevði tá við sær stovnanina av SDF og DAANES sum alternativ til ISIS.

Í desember 2023 dagførdi DAANES sín samfelagssáttmála (social contract), sum er eitt slag av grundlóg. Hesin sáttmálin tryggjar kvinnum og minnilutum rættindi, samstundis sum hann verjur tey frá mismuni og harðskapi. Í samfelagssáttmálanum verður eisini gjørt greitt, at DAANES er grundað á tríggjar grundreglur, sum eru: beinleiðis fólkaræði, kvinnufrígering og umhvørvisma.

Turkaland, sum hevur eina langa søgu við harðskapi mótvegis minnilutabólkum so sum armenum og kurdum, hevur, síðan sýriska borgarakríggið byrjaði, stuðla uppreistrarbólkum, ið stríðast ímóti DAANES. Harafturat, hevur turkiski herurin í fleiri umførum gjørt innrás í DAANES stýrd øki fyri at skapa “tryggar sonur” (safe zones) við sítt landamark við Sýria. Hesar innrásirnar hava ført til fleiri ólógligar hersetingar í norður Sýria, og í hesum sambandi hevur turkiska stýrið eisini givið HTS og SNA fríar teymar at virka í økinum. Tað er í hesum kontekstinum, at vit skulu skilja seinastu SNA atsóknirnar í DAANES økinum.

Politiska umboðið hjá DAANES í Brússell hevur ávarað um økta vandan fyri harðskapi og fólkamorði á minnilutar í teimum økjum, sum SNA hevur hersett. Fleiri yazidifelagskapir í DAANES stúra fyri tí sama og ávara um eina endurtøku av Sinjar blóðbaðnum, sum ISIS framdi í 2014.

Vit heita staðiliga á føroyska samfelagið, umframt føroyskar NGOir, og politiskar bólkar, um at standa í samhaldsfesti við sýriska fólki og at stuðla teimum í at byggja eina frælsari og demokratiskari framtíð.

Hetta kunnu vit m.a. gera við:

● At senda eina peningagávu til Kurdiska Reyða Hálvmánan og WJAS (Free Women's Foundation in Syria). Tá hjálpa vit hesum felagsskapunum at veita neyðhjálp til túsundatals innanhýsis flóttafólk, sum beint nú flýggja úr norðurvestur Sýria.

● At leggja trýst á allar bólkar í Sýria um at tryggja minnilutum teirra rættindi og tryggleika.

● At eggja føroyskar politikarar til dialog við politiska umboðið hjá DAANES og harvið viðurkenna og stuðla teirra rætti til sjálvstýri.

● At leggja trýst á politisku skipanina um at bjóða sýriskum flóttafólki friðskjól í Føroyum.

● At leggja trýst á heimssamfelagi um at tryggja øllum sýriskum flóttafólki rættin at koma heim.

● At leggja trýst á Turkaland um at avtaka sína ólógligu herseting í norður Sýria.

● At leggja trýst á Ísrael um at avtaka sína ólógligu herseting í suður Sýria.

● At virka fyri, at ein sona uttan flogferðslu kemur í lag í Sýria (no-fly zone), sum kann forða fyri, at fremmand lond so sum Turkaland, Ísrael og Russland fara at bumba innanhýsis í Syria

Vár Autumn, orðstýrari hjá Frælsisfylking Anarkistanna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo