Í fyrradagin andaðist ein av Føroya kendastu og bestu sangarum, Jóannes í Innistovu, eisini kendur sum Silly-Jóannes.
Hann er føddur tann 8. februar 1948 í Fuglafirði, og hevði sostatt júst hildið sín 70 ára føðingardag.
Jóannes í Innistovu var forsangari í Silly Boys, ið vóru at kalla líka populerir sum Faroe Boys. Bólkurin Silly Boys var sera væl umtóktur í seksti- og sjeytiárunum.
Jóannes í Innistovu hevði eina fantastiska rødd, sum var bakkað upp av gittarspælaranum Stanley Samuelsen.
Seinnu mongu árini hevur hann búð við síni stóru familju í Danmark.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo