Fleiri útlendingar leggjast afturat teimum, sum kenna seg snýttan av Farhat Bourbia.
Teir siga seg hava rindað nógvar pengar - fleiri 10.000 krónur - fyri at sleppa til arbeiðis í Føroyum.
Ein sigur seg hava rindað 5.000 evrur, meðan ein annar sigur seg hava rindað 6.000 evrur.
6.000 evrur svarar til 44.626 krónur í okkara peningi.
Ein av útlendingunum sigur, at hann spurdi Bill Justinussen, um hann ikki kundi fáa frí.
Men sambært Skander Temani so sýtti fyrrverandi tingmaðurin fyri at ganga hesi umbønini á møti.
- Nei, Skander, ikki nú, skal Bill Justinussen hava svarað.
Sí innslag í Degi og Viku her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo