Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Á landsins fíggjarlóg eru pengar settir av, nógvir pengar, til alt tað gagnliga, men eisini ymiskt til fjant og fjas.

Løgtingið sjálvt játtar, ikki so lítið, til seg og síni.

Har eru milliónir til sokallaða politiska upplýsing, onnur játtan er til skrivstovuhald hjá flokkunum, og so serstaka játtanin til hvørt einstakt løgtingsfólk at klóka seg við.

Afturat hesum er so høvuðsjáttanin til lønirnar hjá løgtringsfólkunum, hana lata vit tó liggja, fyribils.

Løgtingsfólki stendur frítt at fara ferðir, sum tú og eg, í eyst og vest.

Ikki bert persónligar, men eisini í ørindum fyri løgtingið.

Eru ørindini privat, verður væntað at varafólkið verður kallað á løgting, teir dagar ferðin varar.

Og varafólkið fær so lønina fyri sítt arbeiði hesar dagar.

Er talan um arbeiðsferð, so verður varafólkið sjáldan kallað inn, tí hann ella hon, ið er í arbeiðsørindum, fær sjálv(ur) lønina fyri uttanlandsarbeiði hesar dagar.

Men sum Orwell gamli segði, hóast reglugerðir, so eru nøkur, ið eru meira líka enn onnur.

Slíkt dømi er um unga, braneggjaða løgtingskvinnu, sum tók sær rættindi at fara til New York í privatum politskum ørindum í 3 vikur, uttan at varafólkið varð boðsent.

Vupti - ein klókingartúr til N.Y. við fullari løn frá løgtinginum.

Eins og virus er herviligt at smitta, var við atferðini hjá hesari løgtingsprimadonnu.

Tá hon kann, hví so ikki eg, tykjast fleiri teirra hava hugsað.

Og uttan at himprast gevur løgtingsforfólkið, sum tilvildarliga er ein kvinna, loyvi, tí talan er jú um solidaritet og javnstøðu, tó at eingin maður er við millum tær tíggju +2.

Men hvat nú, kann høga tingið virka uttan tær tíggju?

Orsakað, vit gloymdu varafólkini, tey koma jú inn ta vikuna, ikki sannheit.

Tað er systrasolidaritetur, og spennandi hjá teimum at uppliva Løgtingsarbeiði umframt nýggj eygu.

Á nei, koma tær inn, so fara tær við lønini, og vit tíggju fara á húsagang.

Men knúturin hin gordiski verður lætt og liðiliga skorin.

Boðini koma frá hægsta stað!

Stong, orsaka ikki tað tú hugsar, men stong Løgtingið hesa vikuna.

So er ikki neyðugt at kalla varafólkini inn, og vit fáa okkara løn, meðan vit ganga og spáka og window-sjoppa í N.Y.

Dúvan fann heimaftur, munnu ravnarnir megna tað?

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo