Hugsi ofta í longsli - og nú eisini við trega og sorg - aftur á ta fullsettu auluna í Kommunuskúlanum, tá vit sum óvitar fagnaðu svianum, Steen Nordenskjøld, sum gjørdi hin vakra fólkalívs Føroya-filmin í litum um m.a. fygling í Skúvoy.
Við okkara ljósu barnarøddum sungu vit uttanat av heilum hjarta, so rútarnir glintaðu, svenska tjóðsangin:
‘Du gamla, Du fria, Du fjellhøga nord.
Du tysta, du glædjerika skøna!
Jag hælsar Dig, vænaste land uppå jord,
Din sol, Din himmel. Dine ængder grøna.
Du tronar på minnen från fornstora dar,
då ærat Ditt namn fløg øver jorden.
Jag vet at Du ær og førblir vad du var.
Ja, jag vill leva, jag vill dø i Norden.’
Tað var fyrsti tjóðsangur eftir ‘Tú alfagra land mítt,’ ið eg lærdi 9 ára gamal og minnist enn.
Svøríki í dag líkist ikki tí vakra Norðurlandi, ið svenski tjóðsangurin fagnar.
Nú syngja svenskir ‘nýsjalistar’ seinastu reglu, ‘Jag vil bo i Norden’. Hvør skal siga: ‘Komið higar tit, ið ikki orka tað heimland, tit sjálvi hava oyðiligt við korruptión, harðskapi og sosialismu... Og haldið so fram at oyðileggja okkara.’
Altjóða fjølmiðlar, t.m. The Guardian, hava aftur skrivað nógv um ta versnandi kriminellu støðuna og gongdina í Svøríki.
Svøríki hevur nú lutfalsliga 4 ferðir fleiri skotmorð enn nakað annað ES-land.
The Guardian kallar Svøríki ‘The Murder Capital of Europe’, ella ‘Morðhøvuðstað í Evropa.’
Svenska 80% monopolpressan bara dylir veruleikan.
Biðið hermegina hjálpa løgregluni
Nú herja brotslið Svøríki so illa, at løgreglan klárar ikki sína uppgávu longur.
Ulf Kristersson (M), borgarligi forsætisráðharrin, biður svensku hermegina hjálpa løgregluni til at berja brotslið niður.
Magdalena Andersson, forsætisráðharri í undanfarnu vinstrastjórnini, sum læt Svøríki glíða út í lógloysi, tekur undir við Kristersson.
Nýliga stóð at lesa, at danska løgreglan eygleiðir 3.000 bandabrotsmenn.
Í Svøríki eru yvir 10 ferðir so nógvir, nevniliga 32.000, limir skipaðir í brotslið.
Hesi yvirgangsrann berjast um vápna- og drøgghandil í teirra ‘hertiknu’ býarpørtum, hvørs barnagarðar og -skúlar tosa arabiskt og ikki svenskt.
Í 2015 loyvdi svenska javnaðarstjórnin 160.000 landastrokum, flestu ungir og stakir menn, at fáa uppihaldsloyvi.
Svenskir myndugleikar harmast nú, at teirra integrering er miseydnað (eins og tann týska, bretska og amerikanska), og Svøríki syndrað í stríðandi útlendskar ættarbólkar.
Man nakar av teimum duga svenska tjóðsangin?
Nógv broytt til tað verra
Í dag er støðan í Svøríki henda:
Eyðvitað eru nógv hampafólk ímillum tey tilfluttu, sum gera meiri gagn enn skaða.
Men 20% av nú 10,5 mió íbúgvum í Svøríki eru útlendingar, hvørs svensku innbjóðarar stóðu í hurðini og buðu teim útlendsku ‘friðsøkjandi’ vælkomnum.
Mong av hesum fremmandu kundu treyðugt brúkast í eitt nú Niger, Libya, Sýria, Yemen ella ‘langtbortistan’.
Hví so verið ein vinningur her í (fyrr) kristnum, demokratiskum Vestanlondum?
Jú, tí Vestanlond eru so langt farin á demografiskt sjálvgóða sjálvmorðsleið, at vit tíma ikki at fáa børn.
Fólkatalið í framkomna heiminum minkar. Hava vit so uppiborið at yvirliva?
Ikki ein sál flytir úr Evropa ella USA til 3-heims kúheiðin, sosialistisk U-lond.
Sviar líða illa av vælferðar-neurosum og slevja eftir altjóða viðurkenning sum heimsmeistarar í misskiltum næstrakærleika sum prógv fyri teirra hjartagóðsku.
Av 1,5 mió tilflytarum í Svøríki eru 800.000 muslimar, 8% av øllum, ið nú búgva í ‘Du fjællhøga nord.’
Helvtin av islamunum, eini 750.000, búgva á Stockholmsleiðini, 80.000 í Gøteborg og 50.000 í Malmø, t.e. 25% av íbúgvunum har.
2/3 av jødunum, ið fyrr búðu í Malmø, eru flýddir úr býnum, ið skjótt hevði fingið heitið ‘judenrein’ (smbr Mein Kampff og Koranini).
Bara eina nátt í fjør settu brotslið eld á 90 parkeraðar bilar í Gøteborg, meðan skotini dundu. (Gráin tøkk fyri svensk hús, klæði, mat, skúlar o.a sosialhjálp).
250.000 av tilfluttum ‘svium’ koma úr Afrika. Tey týggja sær minst líka illa sum muslimar. Teir flestu dugdu neyvan at lesa, skriva á sínum móðurmáli, ella at rokna, tá ið tey komu.
Men at samskifta á ókeypis snildfon um levind og gang næstu nátt liggur ræðið fyri.
Neyðtøkur og morð
55 svenskir býarpartar hava leingi verðið stongdir fyri ‘hvít’. Har hava muslimsk brotslið tikið ræðið.
Sløkkiliðs- og sjúkrabilar sleppa ikki inn í hesi stongdu øki uttan við løgreglu.
Nú flyta brotsmenn millum húsanna, so løggan hevur trupult við at finna teir seku.
Nú eina náttina sprongdu brotslið 5 hús hjá hvør øðrum við deyðsføllum til fylgju.
Í 2021 doyðu 45 í skotbardøgum. Í fjør vórðu 62 fólk skotin í hel og 331 særd.
Longu higartil í ár eru fleiri skotmyrd, 13 bert í september, enn mettalið í fjør.
Brotsverk við skotvápnum eru 2,5-faldað farnu 2 árini.
Talið á neyðtøkum økist við somu ferð, og útlendingar eru dømdir fyri 59%.
Í 2011 vóru 29% av øllum brotsverkum framd av útlendingum. Í 2020 var talið 33%.
Svensku Demokratarnir lova ilt
At hermegin nú skal hjálpa løgregluni at berja brotsliðini niður, hevur givið svium kenslu av, at tað var rætt at stuðla Svensku Demokratunum inn í borgarligu stjórnina.
Nú verða revsilógir herdar, og brotsverk verða dømd harðari enn higartil.
Útlendskir tilflytarar við svenskum statsborgaraskapi, ið verða dømdir fyri brotsverk, kunnu sita dómin í Svøríki.
Men allir dømdir útlendingar uttan borgaraskap verða tveittir úr Svøríki straks.
Uttan mun til, hvat vinstraflokkarnir í Svøríki lata um seg ganga, so lata Svensku Demokratarnir sær ikki lynda, at teir bara skulu stjórna ‘The Murder Capital of Europe’ uttan harða mótstøðu.
Óli Breckmann
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo