Svenska fyritøkan Minesto, sum saman við SEV granskar og framleiðir streym úr sjóvarfalli í vestmannasundi, var fyri einum óhappi sunnudagin, tá Dragon 4 drekin sleit og rak norð gjøgnum sundið. Hann var komin einar fimm fjórðingar úr landi, áðrenn teir fingu fatur á honum aftur og fingu hann til lands. Veðrið var gott, so hetta gekk væl, skilir VP.
Miðilin Offshore Energy skrivar, at Minesto í 10 samanhangandi dagar hevði framleitt streym við drekanum fyri at royna mørkini, tá óhappið hendi.
- Slík óhapp eru sjálvandi keðilig, men ein nátúrlig avleiðing av teimum kanningunum, sum vit gera nú, sigur Martin Edlund, stjóri í Minesto.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo