Fýra av størstu reiðaríunum í Danmark hava ført olju fyri russiska reinsingarvirkið Nayara Energy í India, sum sanksjoneraða ríkisfelagið Rosneft eigur 49,13 prosent í.
Tað skriva Ekstra Bladet og Danwatch.
Sambært báðum miðlunum er talan um reiðaríini Hafnia, Maersk Tankers, Norden og Torm, har Torm og Norden í dag ikki samstarva við reinsingarvirkið, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo