Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, sum roynir at gerast republikanskt valevni til forsetavalið í novembur, hevur eftir øllum at døma tikið eitt risafet ímóti sigrinum á Nikki Haley, sum er hin kandidaturin til at vera valevni hjá republikanarunum.
Nú tað er um at vera liðugt at telja upp kann staðfestast, at hann vevur vunnið í øllum statunum uttan einum.
- Tað er ein orsøk til, at tey kalla hetta Super Tuesday. Hetta er ein stórur dagur. Eitt fantastiskt kvøld, segði Donald Trump millum annað í eini talu til síni viðhaldsfólk í nátt.
Alt bendir samstundis á, at tað verður sitandi forsetin, Joe Biden, sum verður valevni hjá demokratunum til forsetavalið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo