Dómarin í Florida, Aileen Cannon, avvísur sakarmálinum, har fyrrverandi forsetin, Donald Trump, er skuldsettur fyri at hava goymt loynilig skjøl heima hjá sær,
Tað skriva Reuters og CNN sambært TV 2.
Í einum úrskurði mánadagin segði Cannon, at setanin av Jack Smith sum serligur ákæri er brot á grundlógina.
Donald Trump varð ákærdur fyri at hava goymt loynilig skjøl eftir forsetatíðina í bústaði sínum í Mar-a-Lago í Florida. Hann varð eisini ákærdur fyri at royna at forða eftirfylgjandi stjórnini í at fáa skjølini aftur.
Judge dismisses Trump's Florida classified documents case https://t.co/21x1JsdNDg
— Fox News Politics (@foxnewspolitics) July 15, 2024
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo