Liam Payne doyði av løstunum, bæði útvortis og innvortis bløðing, eftir at hann datt niður frá triðju hædd á argentinska hotellinum CasaSur Palermo.
Hann hevði álvasaman skaða, serliga í høvdinum.
Tað skrivar Reuters, sum hevur tosað við argentinskar myndugleikar. Hald var lagt á nógvan heilivág.
Løgreglan sigur at talan var um narkotika og alkohol, og eisini vóru innbúgv og aðrir lutir knústir.
Alt bendir á at Payne var einsamallur, tá ið hann doyði. Løgreglan kannar tó, um talan kann vera um at onkur annar hevur verið hjá honum, áðrenn hann doyði.
BBC er ein av fleiri miðlum sum hevur almannakunngjørt tvær uppringingar frá hotellinum beint áðrenn Payne doyði.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo