Oftani hoyrist, at tað er dýrt í Føroyum og nógv bíligari í Danmark. Men eisini har er sera dýrt, sambært útrokningum sum Danmarks Statistik hevur gjørt við støði í tølum frá Eurostat. Har sæst, at donsk húsarhald gjalda í miðal 45,1% meira enn í ES sum heild. Til samanberingar eru prísirnir í Svøríki 14% hægri og teir í Týsklandi 8,5% hægri enn ES prísirnir, skrivar Jyllandsposturin.
Breyð og aðrar matvørur eru nógv dýrari enn miðal fyri ES, men eisini vitjan á matstovu og gistingarhúsi er dýrt í Danmark, 52% meira enn ES. Heilt galið verður tað tó tá hugt verður eftir útreiðslum til býli, tí her liggja prísirnir 89% hægri enn miðal fyri ES.
Høgi danski momsurin er ein partur av frágreiðingini. Tí í øllum øðrum ES londum er momsurin ymiskur frá vørubólki til vørubólk. Í Danmark er momsurin, sum er millum teir hægstu í ES, tann sami fyri allar vørubólkar, eisini slíkt sum heilivág og matvørur, sum í nógvum øðrum londum hevur ein lægri sats.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo