Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tvørmegi.fo: Hóast CrossFit verður hildið at vera fyri ung røsk fólk og elituíðkarar, so burdi tú ikki hildið teg aftur. CrossFit er nemliga ætlað øllum íðkarum, óansæð støði ella royndir, og nú vísir nýggj gransking, at CrossFit kann minka um tørvin á lækna ávístum heilivági.

So greið er niðurstøðan í nýggjari kanning, sum granskarar frá Nottingham Trent University hava gjørt.

Í verkætlanini luttóku 1.211 íðkarar, sum vóru í aldrinum 19 til 67 ár. Av teimum 1.211, tóku 280 minst eitt slag av lækna ávístum heilivági. Mest útbreitt var heilivágur fyri angist, tunglyndi, astma, høgt blóðtrýst, diabetes ella kroniska pínu.

54% av luttakarunum, sum tóku heilivág áðrenn kanningin var byrjað, søgdu seg eftir 6 mánaðar við CrossFit venjing taka eina lægri skamtan av heilivági.

Av hesum 151 luttakarunum, søgdu 69, at tey vóru givin at taka at taka heilivág, meðan 82 høvdu minka sín dagliga dosis í meira enn 50%.

Umframt úrslitini omanfyri, søgdu 40% av øllum luttakarunum, at tey ikki gingu til lækna eins ofta, sum áðrenn tey byrðaðu uppá CrossFit.

Fyri persónar, sum høvdu kroniska pínu, hjálpti CrossFit uppá at handfara sjúkueyðkenni. Fleiri enn helvtin hevði minka nýtsluna av pínulinnandi heilivági, og 71 luttakarar høvdu útsett skurðviðgerð fyri lið- og/ella vøddatrupulleikar. Tey flestu av teimum søgdu, at sjúkueyðkennini vóru munandi batnað síðani tey byrjaðu uppá CrossFit, meðan 31% søgdu, at tey als ikki høvdu tørv á skurðviðgerðini longur.

Men hví CrossFit?
Granskararnir greiða eisini frá, at CrossFit hevur positiv árin, á bæði sálarliga- og kropsliga heilsu. Við CrossFit venur tú bæði úthaldni, styrki og blóðrensl sum heild, og tað hevur sera hevur stóra ávirkan á tína heilsu. Kanningin vísti, at venjingin gevur færri sjúkueyðkenni og mong kunnu trappa niður ella heilt steðga við lækna ávístum heilivági. Granskararnir viðmerkja tó, at kanningin er grundað á sjálvrapportering, og luttakararnir, sum vóru rekrutteraðir, vóru at byrja við engageraðir í CrossFit, og hædd er til dømis ikki tikin fyri øðrum lívsstílsbroytinum ella øðrum formum fyri motión. Hetta er tó fyrsta kanning av sínum slag, viðmerkja tey, og er innovativ í so máta, at tað er fyrstu ferð kannað hevur verið um samanhangin millum CrossFit venjing og heiligvágsnýtslu.

Venjing við høgum intensiteti, sum er ein av meginreglunum í CrossFit, fær heilan at útloysa endurfinur. Størri mongd av endurfinum kann linna óbehag og økja um mótstøðuføri hjá kroppinum, so luttakararnir kenna seg sterkari og glaðari. Harafturat kann samanhaldið í CrossFit umhvørvinum eisini spæla ein leiklut, tí felagsskapskenslan kann betra um trivna, vælveru og sálarliga heilsu.

CrossFit verður oftast íðka í felags lið-tímum við einum venjara. Venjarin leggur lag á, og tryggjar, at øll koma væl ígjøgnum. Allir íðkarar venja eftir førimuni og venjarin kann altíð vegleiða um onkur rørsla er ov torfør ella aðrir spurningar eru.

Fulla greinin kann lesast á videnskab.dk, sum vísir til www.theconversation.com

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo