Við vælmøtta og væleydnaða eldratiltakinum í kvøld, var Countryfestivalurin í Sørvági skotin í gongd.
Sólin bakar oman og niðan í Sørvági og fólk hugna sær. Síðstu fyrireikingarnar verða gjørdar á festivaløkinum, eisini við serligu Country-gøtuni.
Kampingøkið fyllist við húsvognum og sólskini.
Fyrsta tiltakið á festivalinum var eldratiltakið, sum var í leikhøllini hjá Sørvingum. Vágakórið sang og lokalir tónleikarar framførdu og skipaðu felagssang. Fyri undirhaldinum stóðu Bill Justinusen og Jørgen Niclasen. Har var fultsett og fólk hugnaðu sær óført.
Áhugin fyri eldratiltakinum er so stórur, at neyðug er at hava tvey eldratiltøk. So aftur í annaðkvøld verður eldratiltak og har er útselt.
Í annaðkvøld verður eisini Bassatiltakið á festivaløkinum, meðan countrybrakið byrjar á pallunum fríggjakvøldið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo