Carla Sands, fyrrverandi sendikvinnan í Danmark, meðan Trump var forseti, verður nú løgd undir at hava brotið lógina um politiskan aktivitet sum sendikvinna í Danmark, skrivar DR.DK.
Tað skilst á eini frágreiðing frá U.S. Office of Special Counsel (OSC), til Joe Biden forseta, skrivar netmiðilin Politico.
Carla Sands brúkti almenna Twitter-profilin til at eggja amerikanskar veljarar at stuðla við pengum valstríðið hjá forsetanum, so hann var afturvaldur, og tað er ímóti sonevndu Hatch-lógini.
Sands býr í Pennsylvania nú. Tað ljóðar at hon ætlar sær í Kongressina, skrivar Politico.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo