Hósdagin skipar Meinigheitshúsið í Vági fyri café og árasølu. Nógv kenna ikki hugtakið árasøla, men stutt kann ein siga, at tað er lutaseðlasøla, sum tó gevur møguleika fyri 5 vinningum hvørja fer.
Á café tiltakinum verður eisini sangur, tá ið Bergur Gudmundsen fer at spæla upp á guitar og syngja, eins og at unga Ásgerð Stenberg Olsen, kemur at luttaka.
Café'in sum verður í Meinigheitshúsinum í Vági, er í morgin kl. 19.00, og peningurin ið kemur inn, fer til Meinigheitshúsið, sum nýliga hevur fingið gjørt nógvar ábøtur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo