Arkitektafelag Føroya: Undir heitinum “Býarskipan – Loysnir og avbjóðingar” bjóðar Arkitektafelag Føroya til spennandi fyrilestrar og kjak. Á skránni verða týdningarmikil evni sum býarmenning, arkitekturpolitikkur, íbúðartrot og mangt annað.
Tiltakið er í Auluni í Finsen í Havn hóskvøldið 31. oktobur kl. 18:30. Tiltakið varar til kl. 21:00.
Claus Sivager, býararkitektur í Fredriksberg Kommune, fer at greiða frá samanspælinum millum fakligheit og politikk. Og hann vil eisini at vísa á dømi úr Føroyum, ið undirbyggja hansara sjónarmið.
Bárður Dam í Baianstovu, arkitektur við dagligum virki hjá Landsverk, fer at lýsa arkitekturpolitikkin, sum Landsverk hevur sett á dagsskrá, og í hvønn mun ein slíkur politikkur eigur at vera nýttur.
Eftir fyrilestrarnar verður pallborðskjak, har framløguhaldararnir luttaka. Hetta gera teir saman við Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingi, Biritu Wardum, býararkitektur í Tórshavnar kommunu, og Eli Thorsteinsson, løgfrøðingi.
Eitt nýtt panel, við umboðum frá flokkum, sum stilla upp til kommunuvalið, fer eisini at luttaka í kjakinum.
Hetta er eitt høvi at sett hesi viðurskifti á breddan í sambandi við kommunuvalið.
Beinta Løwe verður orðstýrari og fer at leiða okkum ígjøgnum kvøldið.
Kaffi, te og køkur verða at fáa, og tiltakið er ókeypis.
Møtið fjølment – hetta er ein møguleiki at styrkja vitanina um arkitektur og býarmenning!
Tiltakið sæst eisini á Facebook:
https://www.facebook.com/events/s/byarskipar-loysnir-og-avbjo%C3%B0in/869444488279853/
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo