Ukrainsk børn, sum eru burturflutt til Russlands, verða nú bjóðað út til ættleiðing av russisku myndugleikunum.
Tað vísir ein nýggj avdúkung hjá Financial Times.
Børnini eru millum tey mongu sum vóru tikin frá barnaheimum ella skild frá familju og avvarðandi í býum har eysturi og suðuri í Ukraina, tá ið Russland gjørdi innrás í 2022, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo