Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Góðu fólk, kæri ungdómur og góðu musikantar

Brynhild Thomsen

Í dag eru 82 ár liðin, síðani okkara kæra og vakra Merki av álvara varð viðurkent.

Hetta var undir seinna heimskríggi – ella kanska noyðast vit í dag at kalla tað undir øðrum heimskríggi, nú bumbur falla og ræðuligar krígsbrotsgerðir aftur verða framdar í Europa, og Russland hóttir umheimin við sínum ræðuligu kjarnorkuvápnum.

Jóanes Árting var undir krígnum stýrimaður á Tór fyrsta. Nazistarnir høvdu hersett Danmark, og bretar Føroyar. Jóanes fortaldi, at tá føroysku skipini komu á Aberdeen við fiski í 1940, høvdu skotar seymað føroysk fløgg til øll tey føroysku skipini, uttan at føroyingar so frægt sum vistu av hesum, og at skotar og onglendingar á vertshúsum og í krambúðum ynsktu teimum til lukku við flagginum. 

Allir tóku teir húgvuna av høvdinum, tá Merkið varð vundið á stong á Tór, og tá teir sigldu út, stóð øll manningin á einum bretskum herskipi, sum var inni, honnør og rópti leingi livi Føroyar og Føroya fólk. 

25. apríl 1940 kom Tór á Havnina við Merkinum á stong og føroyska flagginum málaðum á skipssíðunum.

**

Heimskríggið fylti nógv í mínum uppvøkstri. 

Eg man ikki hava verið meira enn lítil smágenta, tá eg hoyrdi um ógerðirnar hjá nazistunum, og eg vildi vita, hvat vit gjørdu. Hvat gjørdu føroyingar, meðan heimurin stóð í ljósum loga?

Abbarnir báðir vóru sjómenn, annar eisini formaður í Fiskimannafelagnum. Og mamma mín, Bergfríða, leiddi mangan okkum børn niðan í plantasjuna sunnudagar at geva dunnunum.

Men har stóð eisini hendan risastóra standmyndin av sjómanninum, sum skimast út í havsbrúnna. Har fortaldi mamma okkum um, hvussu føroyingar undir krígnum høvdu siglt vandasjógv til Bretlands við fiski, og at mangir rindaðu við lívinum, tí Føroyar við hesum høvdu valt síðu í krígnum ímóti nazistunum, sum skutu við skørpum eftir teimum. 

Vit børn fingu at vita, at onkuntíð mást tú velja síðu og gera tað rætta, hóast prísurin kann vera stórur. Og vit hoyrdu um Merkið, føroyska flaggið, sum fekk flog hesi stríðsár, og sum fyri okkum børn kom at umboða tað dirvið, sum hesir føroyingarnir vístu undir ræðuliga krígnum tá. Hendan søgan um rætt og rangt fekk okkum at seta Merkið í samband við tað góða, og vit vóru errin av okkara Merki.

Tá flaggdagur er, er eisini høvi at spyrja, um vit røkja okkara arv nóg væl. Hvat umboðar Merkið nú, hvørji virði hugsa vit um, tá vit síggja tað?

**

Um dagarnar fekk eg tvær myndir sendandi frá einum ukrainskum journalisti. Hetta var føroysk sild í russiskum hami. Leskiligir silvurlittir sildabitar, sum vit í Føroyum noyðast at keypa frá danska Glyngøre. 

Journalisturin skrivaði, at hetta var, Silodka Faro, og hon skrivaði, at hetta var luksusmatur fyri russiskar heryvirmenn, sum altíð fáa sær ein góðan bita av Shuba, áðrenn teir fara á hermótið.

Eg visti ikki, hvat eg skuldi svara, og eg fekk heldur ikki eftirkanna, um heryvirmenninir veruliga leska sær við føroyskum sildabitum, áðrenn teir herja á í Ukraina. Men eg var foyð og skammaðist.

Tí Merkið verður nú sett í samband við tað skeiva. Vit standa hinumegin markið. 

Har okkara fólk undir heimskrígnum lótu lív fyri at fóðra bretska herin við føroyskum fiski í stríðnum móti nazistunum, gøða vit nú russarar í teirra vitleysu aggressión móti ukrainum og vesturheiminum.

**

Tá vit skulu gera status um okkara viðurskifti við Russland, so hava vit skyldu til at vera sjálvkritisk og spyrja, um tað var neyðugt hjá okkara politisku leiðslu av vera so alltráð og so naiv? Og hví hevur teirra embætisverk ikki upplýst okkara politisku leiðslu betur?

Gamaní hava vit í mannaminni samstarvað eisini við Sovjetsamveldið, men var tað neyðugt at klína okkum so uppat mafiuni í Russlandi, at vit næstan skaptu ein systemiskan búskaparligan váða her heima? 

Var tað neyðugt at binda fjórðing av okkara útflutningi til hetta kleptokratiska diktaturið, sum á ongan hátt hevur dult fyri, hvussu eirindaleyst tað er?

Hví lótu okkara politisku leiðarar seg tøla av, at russiski leiðarin var kristin, men sóu ikki eiturmorðini, politisku fangarnar og diktatoriska brutalitetin? 

Hví var tað so lætt hjá høgru hond Putins á altjóða pallinum, Sergey Lavrov, at dára løgmann? 

Hetta eru brotsmenn, og einhvør hevur kunnað sæð tað, um viljin var til tað.

**

Men tað eru mong, sum ikki hava sæð klárt. Ikki bara landsins leiðsla í Føroyum.

Í februar 1994 helt forsetin í Estlandi eina merkisverda røðu í skrýddum veitslusali í Hamburg í Týsklandi. Framman fyri stórari fjøld av stjórnarleiðarum og øðrum politikarum fagnaði Lennart Meri virðini og frælsini í demokratiska heiminum, sum land hansara nú vildi gerast partur av.

“Estiska fólki misti ongantíð trúnna á hesi frælsini undir totaliteru kúganini”, segði hann. Men estiski forsetin kom so við eini álvarsligari ávaring. 

Frælsið í Estlandi og í Europa kundi skjótt verða hótt. Boris Yeltsin, forseti, og fólkið kring hann tosaðu nú aftur imperialistiskt dundur og kallaðu aftur Russland fyri PRIMUS INTER PARES, sum merkir fremst millum javnlíkar.

Estiski forsetin mælti staðiliga vesturheiminum til at langa nevan í borðið og gera russisku leiðsluni greitt, at russisk ekspansión undir ongum umstøðum fór at verða góðtikin aftur.

Tá hesi orðini hjá Lennart Meri fullu, reistist varaborgarstjórin í Sankta Pætursborg, Vladimir Vladimirovich Putin, og fór á dyr.

Hesin óttin fyri russiskari aggressión og ekspansión var veruligur og sat í kjøtinum hjá eystureuropeisku londunum, sum søktu um limaskap í NATO. 

Vestanfyri gav man ikki hesi ræðsluni gætur. Sovjettsamveldið var ikki til longur, varaborgarstjórin í Sankta Pætursborg hevði ongan týdning, alt var í ordan, og hvørki Bill Clinton ella Georg W. Bush høvdu áneyðir at vápna nýggju NATO-limirnar í Eystureuropa. 

Ikki fyrr enn í 2014 staðsetti Barack Obama, forseti, nakrar avmarkaðar amerikanskar herdeildir í londini við russiska markið.

Tá sat varaborgarstjórin í Pætursborg, Vladimir Putin, tungt á valdinum í Moskva. Øll, sum høvdu eygu, sóu nú, at hann var brotsmaður við einum harkaliði av tjóðsvættum kring seg. Og imperialistiska fantompínan hjá honum var nú so ring, og hansara ótti fyri vestursinnaða fólkaviljanum í Ukraina so stór,at hann hertók Krim, kykaði undir kríggj eystanfyri í Ukraina fyri síðani nú í februar at gera stórinnrás í landið alt.

**

Í 2014 fordømdi vesturheimurin hertøkuna av Krim. Russland svaraði aftur við at boykotta matvøruinnflutning úr vesturheiminum.

Føroyar fordømdu ikki innrásina á Krim og sluppu undan vreiðini úr Kreml.

Um hetta mundið fór Føroya løgmaður við hattinum í hondini til Moskva at biða um marknað til okkara fiskavørur, sum vóru svartalistaðar í ES.

Føroyar høvdu satsað, sum man jú má viðhvørt, og høvdu fingið sær nógv størri part av uppsjóvarkvotunum. ES hevði hótt við tiltøkum, men landsstýrið tók hesa kalkuleraðu risikoina, ES-boykottið bleiv veruleiki, og nú var løgmaður í Russlandi at biða um handilsinnivist har.

Russiska boykottið av vørum úr vesturheiminum gagnaði føroysku handilsmonnunum væl, og samhandilin við Russland gekk og gongur enn sum smurt. 

Hóast ES-boykottið móti okkum endað skjótt, var tað kortini sum funnin fressur at brúka, tá atfinningar móti samstarvinum við kleptokratarnar í Russlandi blivu naskar. ES hevði skyldina! ES rak Føroyar í føvningin á Russlandi! Og enn í dag, nú Ukraina stendur í ljósum loga undir russiskum bumbum, hoyrist hetta innantóma hyklið, at tað eru HINI, sum hava sett okkum í hesa støðuna, sum vit enn eru í, og sum handilsmenn her enn tjena nógvar pengar uppá.

**

Tað sømir seg ikki okkum sum tjóð við slíkum hykli. Sigið heldur sum er: Vit vunnu nógvar pengar í kjalarvørrinum á russisku hertøkuni av Krim í 2014. Kann væl vera, at kríggið nú eisini er ella verður góður forrætningsmøguleiki á sama hátt. Men er tað tað, sum vit vilja fortelja børnum okkara? Skal Merkið standa á russiskum sildatunnum á forsýningstokum til hermótini í Ukraina? Hvat, tá børnini spyrja um hópgravirnar í Bucha? Í Mariupol?

**

Tá eg hyggi at Merkinum minnir tað meg á mína skyldu at vera demokratur. Mína skyldu at velja og verja demokratiið. 

Sum borgarar í einum fólkaræði, kann hvør einstakur okkara gera okkum okkara egnu hugsan um tað, sum vit vilja, at okkara Merki skal umboða. Vit hava frælsi at siga okkara meining og eisini at rópa tær um allar geilar, um vit hava hug ella tørv á tí.

Tað er í sjálvum sær kanska tað mest dýrabæra, men bara tí, at vit vilja tað. At vit tilvitað velja at vera eitt samfelag har vit, fólkið, heldur í teymunum á valdinum og skifta valdið út, tá vit halda, at nú er nóg mikið.

Men eitthvørt fólkaræði má støðugt passast og pleygast, tí apati og líkasæla máa grundarlagið undan tí. Vit hava sum borgarar skyldu til ikki bara at greiða atkvøðu fjórðahvørt ár, men eisini at bríggja okkum um okkara fólkaræði og ansa eftir, at vit við góðari samvitsku kunnu hyggja inn í eyguni á børnum okkara og siga, at Føroyar og Merkið hjá Føroyum umboðar tað, sum vit innast inni halda vera rætt.

Eru vit stolt av tí, sum Merkið umboðar nú? Soleiðis av álvara?

Nei. Ikki, um tú spyrt fólkið í Føroyum.

Meirlutin hevur sagt í kanning, at tey vilja ikki hava, at samstarvið við Russland skal halda fram. 

Í samfull 61 samdøgur hevur Russland nú teppibumbað býir og bygdir og skúlar og sjukrahús og tokstøðir og íbúðarblokkar í Ukraina.

Meirlutin av føroyingum vil hava Føroyar at gevast við hesum og velja rætta síðu, nú vit standa á markinum til nýggja heimsskipan, har diktatur, um tað so er Russland ella Kina, standa øðrumegin og demokratiski vesturheimurin hinumegin.

Skulu vit siga við børnini, at jamen vit fingu so góðan sildaprís og makrelprís, at vit máttu velja skeivu síðuna?

**

Eg skal ikki kunna siga, um góður fiskaprísur var veruliga motivatiónin fyri váðafýsninum hjá okkara sjófólki, sum sigldu lastirnar til Bretlands undir seinna heimskríggi. Men tað er pínadoyð øgiligur munur á at tjena pengar á hvítu ella svørtu síðuni.

“Vit eiga bara at kvetta við Russland, um vit við vissu vita, at júst hetta kemur at raka Putin og hava avgerðandi ávirkan á krígsgongdina”, verður sagt.

Álvara? Er tað eitt haldbart argument?

Skulu vit so heldur onga vindmyllu seta upp, tí vit bara vilja taka stig, sum við einum høggi loysa ræðandi globalu upphitingina? Hetta er tvætl, og vaksin fólk kunnu ikki grundgeva soleiðis.

Her havi eg hug at sitera Helga Abrahamsen, sum eisini býr her á Skálafjørðinum, har tit veita so góðar tænastur til russisku skipini, sum liggja her við kaj.

Helgi segði í tinginum um dagarnar, at Putin verður ikki svangur av, at vit sanktionera Russland, og Kim Jong Un er ikki blivin klænur av sanktiónunum móti Norðurkorea. Men tá tú rakar eitt land, so rakar tú eisini politisku leiðararnar fyrr ella seinni

**

Eg haldi, at stundin er komin til at gera tað rætta og vinda Merkið í húnar hátt uttan forskammaða smakkin av, at russiskir heryvirmenn leska sær við SILODKA FARO.

**

Vit síggja tey og hoyra tey, yvirlivandi ukrainararnar.

Tey greiða frá torturi, tvingsilsflytingum til Sibiria, vit síggja loftmynd av feskari hópgrøv við kanska 9000 fólkum í uttanfyri Mariupol. 

Og um man ivast, um tað er rætt at steðga handlinum við Russlands, so haldi eg, at man skal spyrja ukrainsku flóttafólkini, sum eru komin til Føroya, og sum nú skulu hava arbeiði:

Vilja tey pakka makrel og sild at senda til Russlands?

Og um vit ikki koma okkum at seta júst tey til at gera hetta arbeiðið, ja, so er tað tí, at vit vita innast inni, at hetta er blóðskeivt.

**

Russisku skipini, sum liggja her hjá tykkum, gera ongum nakað, verður sagt – ella jú, tey halda nógvan gang, og fólk fær ikki blund í eyguni av teimum. Men eisini har hevur profitturin staðið fremst. Gang má man tola, um pengar skulu forvinnast, hevur verið sagt. Soleiðis eigur ikki at vera í einum nútímans samfelagi, sum ætlar sær at vinna í kappingini við onnur framkomin lond.

Og kanska vit eisini kunnu læra at virka fiskin og skera sildina í penar bitar, eins og russarar gera við okkara?

Um vit taka synd í russisku sjómonnunum umborð her, so bjóða vit teimum friðskjól! Teir eru kanska bangnir fyri at enda sum kanónføði á hermótinum, tá teir koma heim út Føroyum sum av torvheiðum, tí vit hava sett punktumm

**

Skal okkara Merkið IKKI dálkast av hyklið og profittjakstran, nú krígstíð valdar, so meini eg, at annað skinn má takast um bak, og vit eiga at hugsa um orðini, sum presturin í Hoyvík skrivaði um dagarnar:

Sig mær hvørjum tú fylgist við, og eg skal siga tær, hvør tú ert.

Ein advokatur, sum dugir væl alt hatta við skattaoptimering og skuffufyritøkum, vardi í einum kjaki samstarvið við Russland. So spurdi ein annar kjakari advokatin:

Og heldur tú so, at hetta samstarvið hevur havt við sær fleiri fyrimunir enn vansar?

Advokaturin svarar:

Tú ert búskaparfrøðingur, hvat sigur roknistykkið? 

Men er hetta veruliga fremsta virði okkara?

Alt alt kann gerast upp í pengum?

Nei, tað er tað ikki, tí rein andsfátæk merkantilisma byggir einki land, fær ikki ljósini í eygunum á børnum okkara at tendrast, gevur okkum ikki fløva kenslu og dirvi.

Vit síggja øll russisku skipini stevna inn á okkara vøkru firðir, vit síggja øll á Marine Traffic fraktskip hjá Smyril Line fara skúmandi til Skt. Pætursborg við fiski, vit síggja havnirnar í Ukraina undir russiskari blokadu, vit hoyra ST siga, at kríggið ger, at tey mugu taka frá teimum svongu og geva teimum hungursraktu.

Lat okkum fyri Guds sakir ikki standa skeivu megin nú.

Og okkara politikarar skulu vita, at vit føroyingar vilja viðfarast sum vaksin fólk, og at Føroyar tora at taka eina støðu og eisini at rinda prísin fyri at velja tað rætta. Hetta klára vit eisini – í felag.

Vit eru ikki pinkulingar í okkara hjørtum. Okkum tørvar ikki at bíða til seinasti russiski gassdropin er seldur til Europa.

Danska skaldið Jeppe Aakjær skrivaði undir fyrra heimskríggi:

- Tú pinkuland, sum hugnar tær í loyndum, meðan heimurin allur brennur um tína vøggu.

Lat okkum gera tað rætta nú, vinda Merkið í húnar hátt við røttum ryggi og uttan hendan beiska smakkin av hykli.

TAKK FYRI, GÒÐAN FLAGGDAG OG GÓÐA MENTANARVIKU

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo