Fiskamarknaður Føroya: Fýra frystilínuskip eru við Ísland og tvey eru við Føroyar. Restin liggur við bryggju, men væntandi fer okkurt frystilínuskip og ísfiskalínuskip avstað í næstum.
Streymurin verður góður og veðrið sær út til at vera brúkiligt í nakrar dagar í vikuni, so vit vænta nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.
Ein ísfiskatrolari er á Íslandarygginum og ein frystitrolari fiskar svartkalva. Hinir liggja við bryggju.
Fýra pør eru til fiskarí. Restin liggur við bryggju, men fara helst út tá veðrið batnar.
Allir trolbátarnir liggja við bryggju, men fara nokk út, tá veðrið batnar.
Tvey garnaskip fiska svartkalva. Tey landa síðst í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo