Fiskamarknaður Føroya: Bæði ísfiskalínuskipini liggja við bryggju. Tvey frystilínuskip fiska við Ísland, trý eru á Íslandsrygginum og tvey eru á landgrunninum. Okkurt línuskip fer helst avstað í næstum.
Streymurin er ikki av tí besta, men veðrið verður til vildar, so helst verður nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.
Ein djúpatnstrolari er á Íslandsrygginum og fiskar mest tosk og so er ein vestanfyri og fiskar kongafisk. Báðir landa væntandi í vikuni.
Fýra pør eru til fiskarí og koma væntandi øll at landa í vikuni. Okkurt parið fer avstað í næstum.
Tríggir trolbátar eru úti. Allir eru á Skeivabanka og fiska havtasku. Allir landa í vikuni.
Tvey garnaskip fiska svartkalva og eitt fiskar havtasku. Fiskaríið er brúkiligt eftir svartkalva, men smáligt eftir havtasku. Øll landa í vikuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo