Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Brúkaraumboðið hevur givið Atlantsflogi eina átalu og ávaring fyri søluátakið "Sveimandi tilboð" sum byrjaði um ársskiftið 2022/23.

Brúkaraumboðið sigur, at tað er ov trupult hjá brúkaranum at gjøgnumskoða, hvussu tilboðið er samansett. Og tað er ov trupult fyri ikki at siga ógjørligt at fáa flogferðina aftur og fram fyri lýsta prísin.

Í søluátakinum vóru einvegis ferðaseðlar settir til sølu úr 695 kr á úrvaldum fráferðum á farleiðunum, Keypmannahavn, Aalborg, Billund, Oslo, Keflavík og Edinburgh, og á farleiðini til París úr 795 kr. Viðmerkt var við smáum bókstavum, at prísurin broyttist í mun til flogvallarskattir og avgjøld á valda ferðamálinum.

Brúkaraumboðið heldur, at tilboðið er ov ógreitt og trupult hjá brúkaranum at skilja, tí sambært marknaðarføringslógini eigur brúkarin greitt at síggja á einum søluátaki, hvat samlaði prísurin er fyri vøruna ella tænastuna.

Í hesum føri hevur Atlantic Airways upplýst, at flogvallarskatturin í Føroyum er hægri enn á øllum flogvøllum, ið vóru við í søluátakinum, uttan úr París og Edinburgh, so kundin kundi ikki keypa ferðaseðil fyri átaksprísin 695 kr, tá ferðast varð úr Føroyum til aðrar býir enn París og Edinburgh. Heldur ikki heim úr París og Edinburgh, fekk kundin átaksprísin.

Tað vil siga, at í hesum søluátakinum var bert møguligt at keypa fyri lægsta søluprís, antin úr Føroyum ella á veg til Føroyar. Í ongum føri, var lægsti søluprísur galdandi bæði úr Føroyum og heim til Føroyar aftur. Fyri tað mesta, var lægsti søluprísur bert galdandi fyri ferðaseðlar til Føroyar, og ikki úr Føroyum.

Les alla avgerðina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo