Ein hevur tað, sum ein heldur seg hava tað
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Innsent: Í dag hevur Heiðrikur á Heygum framsýning og bókaútgávu av bókini hjá sær Bringureyði í Gallarí Williamstovu kl 15.00 til 19.00.

Bringureyði er síðsta bókin av trimum fáblum hjá Heiðriki á Heygum, sum hann eisini hevur myndprýtt. Bókin snýr seg um svartadeyðan, ið kom fyrstu ferð til Evropa á Sisilien í 1347, har ein kvinna goymdi seg í ótta fyri deyðanum, og ikki fyrr enn tá skilur hon, at hon aldrin hevur livað.

Bókin fæst bæði á føroyskum og enskum. Fá eintøk eru gjørd av bókini, har hvørt eintak er persónliga talmerkt og undirskrivað. Umframt at bókin verður útgvin, verða tey 13 koparprentini til bókina sýnd fram.

Framsýningin á Gallarí Williamstovu er opin frá 1. august til 6. august frá 15.00- 19.00.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo