Ein maður bleiv síðstu nátt tikin uppá ferskan gerning, tá hann royndi at bróta inn á Hotel Føroyar.
Starvsfólk á staðnum sóu mannin, sum var ávirkaður av einumhvørjum rúsandi, og tey handtóku hann og ringdu eftir løgregluni, sum tók hann við sær.
Maðurin verður avhoyurdur, tá hann vaknar.
Tað er ikki heilt greitt, um hann hevur tikið nakað á hotellinum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo