Mánadagin 8. mai skipari Farec International fyri ”Brexit – tað vita vit”, á Panorama, Hotel Hafnia, frá kl.13.00 til 17.00.
Dr. Jesper Raakjær er formaður fyri EU Pelagic Advisor Council, ið skal ráðgeva ES um BREXIT. Í dagliga starvinum er Jesper menningarstjóri fyri Aalborg havn. Eisini er Jesper parttíðar professari í fiskivinnufrøði við Aalborg Universitet og University of Rhode Island, USA. Jesper Raakjør er DSc. (political economy), PhD (institutional economics) og MSc. (Business Administration) frá Aalborg University.
Jesper kennir fiskivinnu sum fáur frá tí akademiska heiminum sum ein av fremstu granskarum í fiskivinnuskipanum og frá tí praktiska sjónarhorninum sum fiskimaður síni ungu ár 1975-1988 og uppvaksin í einum fiskivinnusamfelag. Royndirnar røkka líka til at hava verið formaður í nevndum á tveimum av størstu donsku pelagisku virkjunum frá 2001 til 2011. Jesper hevur starvast í nógvum londum og verið við í nógvum altjóða verkætlanum. Síðan 2009 og til ídag hevur Jesper verið við í fleiri nevndum, ið ráðgeva ES, eitt nú European Fish Processing Association.
Jesper Raakjær er ein av teimum við hollastu vitan um, hvussu Brexit kann hugsast at ávirka fiskivinnuskipanir í Norðuratlantshavinum.
Sí meir: trýst her
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo