Vestmanna Kommuna hevur seinastu árini arbeitt við at breiðka Niðara Veg, sum er framhaldið av landsvegnum tá tú kemur til bygdina. Arbeiðið hevur verið umfatandi og tað hevur eisini verið neyðugt at flyta garðar og taka hús niður fyri at breiðka vegin.
Nú verður so farið undir undir at breiða tann partin av vegnum, sum er frá kappróðrarneystinum og inneftir, boðar kommunan frá á heimasíðuni.
- Vegurin verður opin, ímeðan arbeitt verður, men kommunan heitir á bilførarar um í mest møguligan mun at brúka Ovara Veg fyri ikki at darva arbeiðinum óneyðugt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo