Komið og hoyrið teir 4 borgarstjórarnir í landnyrðings Føroyum hugleiða um felags stev, felags samleika og mentan.
Við yvirskriftini: Saman hvør sær; hugleiða borgarstjórarnir Torbjørn Jacobsen, Sonni á Horni, Jógvan Skorheim og Jóhan Christiansen um framtíðarútlit og menning sæð út frá einum mentanarligum sjónarhorni.
Yvirskriftin ber eisini brá av tvítýdningi, tí hóast støði verður tikið í einum mentanarligum sjónarhorni, kann felags samleikin eisini finnast innan økini vitan og vinna.
Øllum kunnugt, hava júst landnyrðings Føroyar hópin av altjóða virkjum, sum bjóða av í heimshøpi, og nærum øll rávøran, ið árliga kemur upp á land í Føroyum, er úr økinum.
Vitan, vinna og mentan, hvør sær trý økir, men um vit samla økini og leggja áherðslu á at finna felags stev, hvat megna vit tá?
So hóast teir 4 eru borgarstjórar í hvør sínum øki, hvat megna teir so saman, vinnu, vitan og mentan at frama?
Aftaná setanaina verður eisini forvitnislig avdúking.
Sjálv setanin verður hóskvøldið 31. August kl 18 við Mentanarhúsið í Fuglafirði og mentanardagarnir halda áfram til 3. Septembur.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo