Landsverk: Týskvøldið 12. februar verður kunnandi fundur í Sólaris í Húsavík, har Landsverk fer at hava eina framløgu um verkætlanina Dalstunnilin.
Í framløguni fer verkætlanarleiðarin hjá Landsverki millum annað at siga nakað um, hvat ætlanin er at gera, hvørjar avbjóðingar kunnu vera og eisini nakað um, hvussu arbeiðið fer at ávirka í økinum.
Byrjað verður klokkan 18.30, og aftaná framløguna bjóðar kommunan ein drekkamunn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo