Fróðskapur: Í kvøld klokkan 19.30 verður bókin "Frá Kuwait til Kyiv. Tvær heimsmyndir og russisku innrásirnar í Ukraina" eftir Hans Andrias Sølvará løgd fram á Reinsarínum í Havn.
Hans Andrias Sølvará fer fyrst at greiða frá um bakgrundina og um bókina. Síðani fara Sjúrður Skaale og høvundurin at skifta orð um útgávuna og um Ukraina, Russland, Nato og politisku støðuna sum heild.
Fróðskapur hevur givið bókina út. Anker Eli Petersen hevur gjørt permumyndina. Bókin er 427 síður við myndum og kortum.
Sí
https://www.setur.fo/fo/setrid/tidindi/bokaframloega-a-reinsarinum-i-kvoeld
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo