Bogi Jacobsen, sum í dag er stjóri í fyritøkuni Varðin Pelagic á Tvøroyri, tekur nú við sum stjóri í Varðin samtakinum. Hann tekur við eftir pápan, Jákup Jacobsen, sum er 73 ár, veit Útvarpið at siga.
Nettosølan hjá konsernini í fjør var 878 mió kr, og ársúrslitið var 126 mió kr.
Samlaði starvsfólkahópurin fekk 193 mió kr í løn og landið fekk 91 mió kr í tilfeingisgjaldi, skatti og uppboðssølugjaldi.
Fíggjarstøðujavnin hjá konsernini var 2,2 mia kr við ársbyrjan.
Varðin eigur umframt Varðan Pelagic, fleiri dóttirfeløg, skip og virkir, og hevur gjørt íløgur í fasta ogn á landi eisini.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo