Í samband við føstuguðstænastuna í kvøld 02.03, verður bøn fyri Ukraina í Sørvágs kirkju.
Vit byrja kl. 19.30, har fólk hava høvið til at skriva bønir fyri Ukraina, sum verða lisnar upp í kirkjuni.
Urgan spælir meðan vit skriva, og ein løta í kvirru og bøn verður eisini.
Kl. 20.00 verður føstuguðstænastan. Aftaná guðstænastuna verður drekkamuður í kirkjuhúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin.
Sørvágs kirkja
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo