Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tórshavnar Musikskúli: Í dag hava verið umleið 100 næmingar úr øllum landinum savnaðir í Leguhúsinnum í Nesvík til Blásara- og slagverksdagar. Tey hava spælt saman í tveimum orkestrum allan dagin, og hóast veðrið er vátt og hvirlurnar fara um landið, er lagið í Nesvík frálíkt. Næmingarnir byrjaðu við at skráseta seg og funnu beinanvegin síni pláss í orkestrinum, har tey hava spælt saman undir vegleiðing av dugnaligum lærarum. Tað er ótrúligt at síggja, hvussu væl tey arbeiða saman – tónleikur fyllir hølini, og smílini eru stór.

Millum venjingarnar hava tey fingið góðar steðgir við frukt og drekka, og nú hava tey eisini havt ein góðan nátturða saman. Í kvøld er kioskin opin, og næmingarnir fara at hugna sær við spæli og undirhaldi. Hetta er ein góður møguleiki fyri næmingarnar at skapa nýggj vinarbond og njóta felagsskapin. 

Karmarnir í Nesvík eru framúr – við fantastiskum umstøðum, eini stórari høll og nógvum plássi til bæði at venja, eta og hugna sær.

Leygardagurin byrjar við morgunmati, sum gevur næmingunum nýggja orku til at halda áfram við venjingini. Eftir ein góðan døgurða fara tey til seinastu venjingina, áðrenn tey rudda og fyrireika seg til konsertina, sum byrjar klokkan 15:00. Her sleppa næmingarnir at vísa avrikini frá tveimum døgum við harðari venjing og tónleikagleði, og foreldur, familja og vinir fáa møguleikan at uppliva teirra stríð og ídni í eini flottari framførslu.

Blásaradagar í Nesvík eru ikki bara venjing – tað er eisini ein serlig uppliving, har tónleikur og vinarlag koma saman. Vit gleða okkum at hoyra næmingarnar framføra í morgin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo