Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Filmsbrot

Nýggi jólasangurin, sum Blandað Jóladrops, ið eru børn í Vágs skúla, geva út, eitur Stjørnan Lýsti.

Dagfinn Olsen, lærari, hevur skrivað orð og lag, og hevur sangurin verið framførdur til onkra jólaframførslu í Vágs skúla áður, men hevur annars savnað dust í nøkur ár.

Nú helt leiðslan í skúlanum í Vági, at rættast var at geva hendan sangin út eisini, tí Vágs skúli hevur áður givið tónleik út. Hetta var fyri hálvum øðrum ári síðani, tá fløguútgávan Blandað Drops kom út.

Men trupulleikin var, at langt var útligið, og bert nakrar fáar vikur eftir til jóla. Og tað vísti seg eisini at vera trupult, tí øll hava nógv um oyruni í hesum døgum.

Men eftir at hava spurt seg fyri, fekst góð hjálp við ætlanini frá dugnaligum tónleikarum, sum annars hava úr at gera, nú jólini nærkast. Og í Vágs skúla eru tey ovfarin og takksom fyri góðu, serkønu hjálpina. Tað tók tískil bert eini 10 dagar frá hugskoti, til endaliga úrslitið nú er klárt, og nú er sangurin Stjørnan Lýsti tøkur á netinum.

Magni Husgaard tók upp, spældi tangentar og onnur ljóðføri og ljóðblandaði.

Hans Petur í Brekkunum spældi saxofon.

Kim Hansen tók upp og sang mongu kórrøddirnar.

Tróndur Enni tók sang upp, og Ingun Háberg hevði kórleiðsluna.

Dagfinn Olsen gjørdi orð og lag, spældi bass, og Finnur Hansen stóð fyri mastering.

Børn í Innskúlingini og í barnakóri í Vágs skúla syngja.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo