Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Tað vóru sorgarboð, nú tað á ársins longsta degi frættist, at okkara starvsfelagi, Birgit Hartmann Jacobsen, andaðist 20. juni, 73 ára gomul.

Birgit var cand.mag. og undirvísti í donskum og sponskum á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum í Eysturoy og á Klaksvíkar HF-skeiði í tíðarskeiðnum frá 1982 til 2015, og tað merkir, at hon hevur verið á okkara skúla í meira enn trý áratíggju og hevur verið lærari hjá einum stórum hópi av næmingum í miðnámssøguni í norðurøkinum, sum tá hon byrjaði, var rættiliga nýggj. Hon hevur lyft og mentað mong, sum søktu sær grundleggjandi lærdóm fyri at kunna nema sær hægri útbúgving. Hennara partur lá ongantíð eftir, og hon hevur havt ein týðandi leiklut í okkara skúlasøgu, men eisini í skúlagongdini hjá mongum einstaklingum.

Danskt var kravd lærugrein á miðnámi í Føroyum til og við upptøkuna í 2013, tá tað við nýggjari lóggávu gjørdist vallærugrein, og tí hevur Birgit undirvíst bæði matematikarum, málslingum og HF-næmingum. Og tað trýtur ikki av rósandi orðum frá eldri sum yngri um hennara gløggu framferð, tá hon skuldi møta ungum føroyingum við donskum og øðrum norðurlendskum bókmentum í ymsum sjangrum, fanga teirra áhuga, læra tey at greina og tulka, læra tey kritiska lesing, flætta okkurt kreativt inn í undirvísingina og læra tey at málbera seg væl og rætt skrivliga á donskum. Ein næmingur minnist, hvussu hon áhaldandi segði: “Vær nysgerrig!”. Ein annar næmingur minnist, at Birgit einaferð hevði á orði, at tá sálarsjúkrahús fyllast, tá er samfelagið vorðið ov smalt. Hesi orð festu seg veruliga, og vildu vit ynskt at kunnað hildið á at tosa við Birgit um slík viðurskifti. Tí hon hevði áhuga í næmingunum, at teimum skuldi gangast væl, og at tey skuldu trívast og hava tað gott. Og hetta merktu tey væl, og tí var hon eisini ein yndislærari. Hon hevði eina breiða vitan og hevði ikki einans áhuga fyri máli og mentan, men henni dámdi yvirhøvur at seta seg inn í ymisk viðurskifti, og tí eydnaðist tað so væl at finna inn til næmingar frá ymsu tíðarskeiðunum í hennara starvstíð. Næmingar hildu hana vera ein dugnaligan, fittan og væl skipaðan lærara, hon var kul og hennara danska bakgrund úr Jútlandi, eins og hennara persónligheit vóru stak áhugaverd.

Undir skipanini, sum var galdandi, tá Birgit byrjaði, hevði hon einans HF-næmingar í sponskum, men við miðnámsskipanini, sum fór av bakkastokki í 1994, gjørdist spanskt eisini ein valmøguleiki hjá øllum studentaskúlanæmingum, sum heilt fram til 2013 skuldu lesa minst eitt fremmandamál afturat enskum, og tá var danskt ikki roknað sum fremmandamál. Harvið rakk Birgit út til enn fleiri við báðum sínum lærugreinum, sum hon umboðaði og røkti so sera væl.

Fleiri okkara, sum seinni gjørdust starvsfelagar hennara, høvdu longu notið gott av hennara áhugaverdu, opnu og motiverandi undirvísing, tí hon var sera væl grundað fakliga og ómetaliga kreativ. Birgit var so løtt at vera saman við. Hon segði tingini, soleiðis sum hon sá tey, og mangan var nógvur látur. Og fyri okkum var tað frískligt, at hon hevði eina so lætta og fría hugsan um bæði skaldskap, samfelag og m.a. kvinnuleiklutin. Vit kundu undrast og flenna at, hvussu tíðin, granskingin, fatanin, námsfrøðin o.a. hevði broytt seg, og hvussu vit samstundis umboðaðu hvør sítt tíðarskeið, alt eftir nær vit høvdu tikið útbúgving og komu inn í starvsfólkahópin.

Til undirvísing og kunningartiltøk um sínar lærugreinir tók Birgit soleiðis javnan ymsar lutir við til at lýsa sín boðskap. Eitt nú greiðir ein starvsfelagi, sum hevði Birgit sum mentor, frá, at hon altíð hevði eina skál av appelsinum við, tá ið hon undirvísti í “Appelsiner” hjá Tove Ditlevsen. At hugsa sær, hvussu sterki appelsinlitti liturin hevur litað flokshølið, og so angin, ið hevur verið, tá ið øll hava etið appelsinirnar. Soleiðis kundi ein helst sansa, at enn bjartari man appelsinin hava lýst og angað í krígsrakta Danmark, ið stuttsøgan so livandi sigur frá. Óneyðugt at siga, at hendan starvssystirin varð kveikt og tí eisini nýtir hesa stuttsøgu í síni undirvísing. Ein onnur greiðir frá, hvussu gávumild Birgit var og gav burtur av síni vitan og sínum tilfari og hjálpti nýggju starvsfeløgunum væl á veg. Og tá hon gavst at undirvísa, læt hon alt tilfarið til onnur at nýta.

Birgit var so vinalig, umhugsin og hjálpsom, og kreativiteturin sást eisini í skúlalívinum sum heild. Lærarastovan fekk ein hugnaligari dám við teimum serligu tekannunum, sum tedrekkandi lærarar kundu njóta at krydda steðgirnar við. Og á jólum kom Birgit altíð við blinkandi jólakaktussinum úr Spania, sum so stóð allan jólamánaðin sum ein tinna í einum teiti at minna okkum á at hava stuttleikan við í øllum rokinum. Og tey, sum hon samstarvaði heldur meira við, kundu fáa eina fitta gávu til okkurt høvi, gjarna við eini søgu knýttari at.

Hon var sum heild rættiliga skemtingarsom, eygleiddi støður, starvsfelagar og næmingar og kundi so koma við beinraknum lýsingum av umstøðunum. Og mong eru vit, sum minnast greiðu talu hennara bæði álvarsama og skemtiliga, sum hevur fest seg og virkað stimbrandi og staðfestandi á okkara starvs- og lívsleið.

Í lærarahópinum átók Birgit sær allar tær uppgávur, sum kunnu hugsast, hon var mentorur, forkvinna í lærararáðnum eitt skifti og fór á fakligar túrar í Føroyum við flokkum, eins og hon fór á námsferð við teimum, eitt nú til Spania, Prag og Krakov. Hon skipaði eisini m.a. saman við Bjarka Skaale fyri skrivikappingum, sum hava kveikt nógvar kreativar næmingar ígjøgnum tíðirnar – eitt nú vita vit, at Kári Sverrisson og Petur Pólson sendu inn tilfar og vunnu ár um ár eitt skifti, tá Studentaskúlin og HF-skeiðið enn húsaðust við Gøtugjógv. Soleiðis arbeiddi Birgit aktivt fyri trivnaði og tí, sum rakk út um vanligu kravdu skúlagongdina. Hon tók samband við aðrar lærarar hjá flokkum fyri at fáa samstarv í lag um temu, fakligar túrar og annað. Birgit visti, hvat hon vildi, og hvat hon vildi raðfesta at nýta sína tíð til, og fleiri av teimum góðu átøkunum, sum Birgit tók stig til, liva víðari í nýggjum líknandi virksemi eitt nú skrivikapping og listaframsýningar.

Tað er vert at nevna, at Birgit var við frá formligu byrjanini til Studentaskúlan og HF-skeiðið við Gøtugjógv, og hon flutti við, tá skúlin fekk nýggj høli á Kambsdali í 1993, eins og hon nøkur skifti ferðaðist til Klaksvíkar at undirvísa í donskum ella sponskum á Klaksvíkar HF-skeiði – bæði tá siglt varð um Leirvíksfjørð, og eftir at undirsjóvartunnilin var komin. So hon var vitni til nógvar broytingar í okkara samfelagi og skúla, og eisini til ymisk byggistig á Kambsdali, heilt til ta stund, tá Studentaskúlin og Handilsskúlin vórðu lagdir saman til ein skúla, Miðnám á Kambsdali. Birgit próvdømdi á øðrum skúlum og var virkin í fakbólkum og búði ymsastaðni hesa tíð: í Hvalvík og á Nesi, støð har maður hennara, Martin Restorff Jacobsen, var prestur, og at enda í Havn, tá starvstíðin leið ímóti endanum, og upplivdi tí nógv ymiskt sum miðnámsskúlalærari í Føroyum, sum var hennara lívsstarv.

Hennara frítíðarítriv vóru eisini í stóran mun innan tað skapandi. Í 2014 gav hon út eina bók um føroysku viðarlundirnar: Viðarlundir í Føroyum, tí hon hevði stóran áhuga fyri plantum, trøum og urtagørðum annars. Og einaferð fór hon í farloyvi, tí hon fór á Skals háskúlan fyri sniðgeving og hondarbeiði, har hon m.a. byrjaði at veva. Eitt ítriv, sum hon helt fram við heilt til endan. Vit vistu, at myndlistin eisini stóð hennara hjarta nær, tí tað høvdu temadagar og fakligar útferðir prógvað, tá Birgit skipaði fyri framsýningum og undirvísing í myndlist og lærdi tey ungu at skoða og grunda á fjølbroytt myndevni og at vitja listasøvn. Men Birgit setti eisini eina framsýning og skeið upp á Spinnarínum í Klaksvík við vovnum myndum í august í 2021 og bjóðaði okkum til fernisering og annars at njóta hesa list saman við sær.

Tað kreativa eyðkendi Birgit heilt til tað seinasta, hon var so lívsjáttandi at vera saman við, og hon var orkufull og hevði mót upp á so nógv; m.a. spældi hon horn um tað tíðina, hon fyrireikaði seg at fara á pensjón. Hon helt, at slíkt fór at vera hugaligt at takast við. Og hetta eyðkenni verður staðfest, nú minnisgáva kann latast Kirkjukórinum Ljómi, sum var teimum báðum Birgit og Martini so kært, frá tí at Martin var prestur har suðuri, og har Birgit sang við bæði tá og nú tey seinnu árini, tá Martin eftir loknan prestagerning gjørdist organistur í Vági og Sumba. Og tey vóru nógv í Suðuroy, sum teimum dámdi so væl.

Eins og hendan tíðin, nú Birgit andaðist, so var lív hennara sum ein langur góður dagur við nógvum ljósi og glæmum fyri okkum, sum untust at vera hennara starvsfelagar, vinir og fleiri eisini hennara næmingar. Eitt ljós og ein fyrimynd í okkara skúla- og starvstíð, men eisini í okkara skúlasøgu. Vit goyma góðu minnini í okkara hjørtum og okkara arbeiðshátti. Má hennara minni kveikja ljós langt inn í framtíðar skúlaskap okkara her á staðnum og í okkara øki og landi.

Vit hugsa um tykkum, hennara kæru, teg Martin og synir tykkara, verdøtur og ommu- og abbabørn, sum hava mist tykkara elskaðu konu, mammu, vermammu og ommu. Og um tykkum brøður hennara og ætt og vinir. Vit bera tykkum okkara samkenslukvøður og ynskja tykkum øllum ugga og styrki í sorg og sakni.

Vit drýpa høvur í stórari virðing og stórum takksemi fyri okkara kæru starvssystir, Birgit Hartmann Jacobsen. Ærað veri hennara minni!

Starvsfelagarnir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo