Barnaverndarøkið má endurskoðast skjótast gjørligt. Í løtuni verður barnaverndarlógin ikki fylgd – hvørki fyri børn, sum eru sett heiman í Føroyum ella fyri tey, sum verða send av landinum.
Barnaverndarnevndirnar í Føroyum fylgja ikki ásetingunum í barnaverndarlógini um eftirlitsvitjanir og barnasamrøður, tá børn verða sett heiman. Barnaverndirnar vanta mannagongdir og skipaða dokumentatión. Tilvildin ræður og mannagongdir vanta.
Tað vísir kanning hjá Løgtingsins Umboðsmanni frá mars 2023.
Barnaverndarlógin sigur annars púra greitt, at eftirlitið skal umfata minst tvær árligar eftirlitsvitjanir, har barnaverndartænastan tosar við barnið, helst í einrúmi. Hetta er galdandi bæði fyri børn, sum eru sett heiman í Føroyum og eisini tey, sum eru send til Danmarkar.
Umboðsmaðurin staðfestur í kanningini, at barnaverndartænasturnar ikki halda ásettu freistina fyri eftirlitsvitjanir og/ella barnasamrøður. Í summum førum vóru ár millum eftirlitsvitjanir og/ella barnasamrøður – og í onkrum førum høvdu als ongar eftirlitsvitjanir og/ella barnasamrøður verið!
Hetta er als ikki nøktandi, tá hugsað verður um, at endamálið við eftirlitsvitjanum og barnasamrøðum er at tryggja, at fyriskipanin at seta barnið heiman virkar eftir ætlan, og at barnið hevur tað gott og trívist og mennist í fyriskipanini.
Talan er um børn, sum ongan myndugleika hava sjálvi. Børnini eru latin upp í hendurnar á okkum vaksnu. Men børn hava rættindi, hóast tey ikki eru myndug.
Tað eru barnaverndartænasturnar kring landið, myndugleikarnir, sum skulu tryggja, at børnini fáa neyðuga hjálp og umsorgan í rættari tíð, og at hjálpa teimum við at fáa ein tryggan uppvøkstur. Tað er sjálvt endamálið við Barnaverndarlógini.
Tilvildarligt, ósamanhangandi og ódokumenterað
Kanningin hjá Løgtingsins Umboðsmanni vísir eisini, at tað er stórur munur á, hvussu barnaverndartænasturnar kring landið virka og liva upp til ásetingarnar í lógini.
Tað eigur ikki at vera adressan hjá barninum, sum ger av, hvussu tænastan er. Øll børn í Føroyum skulu hava góða og nøktandi tænastu – á sama støði.
Harafturat vísir kanningin, at tað er sera ymiskt, hvussu eftirlitsvitjanir og barnasamrøður fara fram – og um børnini yvirhøvur eru til staðar og verða hoyrd.
Tí fari eg at seta landsstýrismanninum í barnamálum fyrispurning um, hvussu hann vil tryggja, at barnaverndartænasturnar kring landið liva upp til ásetingarnar í barnaverndarlógini, tí lógin skal sjálvandi haldast.
Tað er trivnaðurin, vælferðin og rættartrygdin hjá okkara børnum, tað snýr seg um.
Liljan Weihe
Tingkvinna, Tjóðveldi
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo