Margarinfabrikkin: Leygardagin 7. desember kunnu børn í øllum aldri leita sær oman í Tórsgøtu, har Margarinfabrikkin skipar fyri barnamentanardegnum, Barnajól
Tá hevur Margarinfabrikkin opið hús frá kl. 11.00 til 16.00 fyri børnum, ungum og vaksnum. Her ber til at royna seg í ymiskum handaligum, fáa sær ein drekkamunn ella bara ganga runt og forvitnast.
Tað eru Margarinfabrikkin og Posthúskjallarin, sum eru karmar um verkstovurnar hendan dagin. Posthúskjallarin er hinumegin vegin, yvirav Margarinfabrikkini. Í verkstovunum ber til at baka, prenta, gera leir, bomm, jólapýði, at vera prýdd og lurta eftir tónleiki.
Tiltakið er ókeypis og ikki er neyðugt at melda seg til verkstovurnar.
Her er skráin fyri dagin:
Jólabakaríið
Børnini baka jólakøkur
Posthúskjallarin
Prent
Børnini fáa høvi at gera sítt egna prent
Margarinfabrikkin
Jólabomm
Børnini fáa høvi at gera jólabomm
Margarinfabrikkin
Jólastjørnurnar
Børn og ung úr Margarinfabrikkini fara at framføra
Posthúskjallarin kl. 14.00
Leir
Børnini evna úr leiri saman við Guðrið Poulsen
Margarinfabrikkin
Salong
Børnini fáa høvi at blíva andlitsmálaði, fáa jóla neglalakk og flætta og sett hár
Posthúskjallarin
Jólaprýði
Børnini gera jólaprýði
Margarinfabrikkin
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo