Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Eitt flogfar hjá Atlantic Airways er óbeinleiðis rakt av bumbuhóttanini sum í dag var sett fram ímóti floghavnini í Billund.

Flogfarið skuldi sambært heimasíðuni hjá Atlantslogi seta seg í Billund kl 14.45 lokala tíð, men tað er nú væntandi til Aarhus ístaðin. Ein lítlan tíma seinni fer flogfarið avstað aftur til Malta.

Jóhanna á Bergi, sjóri í Atlantsflogi sigur við VP, at talan er um ein leigutúr, sum tey flúgva fyri Folkeferie ímillum Malta og Billund, men altso nú Aarhus ístaðin fyri Billund.

- Tað er sjálvandi keðiligt, men í slíkum førum er føst mannagongd fyri, hvussu gjørt verður. Ferðafólkini verða so koyrd í bussi ímillum floghavnirnar, sigur hon.

Atlantic Airways flýgur annars fasta rutuflúgving ímillum Vágar og Billund. Næsti túrurin hagar er mánadagin, men fyribils er óvist, hvussu verður við tí túrinum.

- Hetta er so nýtt, og fyribils vita vit onki, sigur Jóhanna á Bergi.

Les eisini: Bumbuhóttan steingir floghavnina í Billund

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo