- Vit harmast almikið. Stóra avbjóðingin er at fleiri flogfør eru seinkað og vit gera alt fyri at fáa ferðafólk fram til sítt ferðamál, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri, í sambandi við eitt lesarabræv sum stóð á VP fyrrapartin.
Lesarabrævið: Atlantic gloymt at boða frá
- Vit hava avtalu við Aviator um at verða umboð okkara í CPH og tíverri hevur kunningin um hotel vm. ikki verið nøktandi.
- Vit gera okkara besta og umbera miriliga har okkara tænasta ikki hevur verið nøktandi, sigur Jóhanna á Bergi, stjóri.
Stjórin sigur eisini, at Terminalur 2, disk 95 er á land-side/uttanfyri trygdareftirlitið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo