Pengar skapa ikki framgongd og eydnu. Frælsið at forvinna pening ger
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Tað vóru hugtung tíðindi, ið bórust, nú Sandoy Seafood lat aftur. Sandoy Seafood var nógv størsta arbeiðspláss á Sandoynni og hevur havt stóran týdning fyri alla oynna.

At okkurt ørkymlað glepsi kemur í slíkari stund er skilligt, men tá mælt verður til at stuðla andstøðupolitikkinum á fiskivinnuøkinum, haldi eg, at farið verður ov langt.

At rulla fiskivinnuskipanina aftur til, at fýra stórir eigarar eiga privat rættindi á føroyska fiskatilfeinginum, tænir ikki rakstrinum hjá smærru flakavirkjunum.

Heldur eiga vit at stuðla teimum broytingum, ið samgongan hevur gjørt, tí tær flestu muna; men tíverri ikki nóg nógv.

At vit eru farin at lata stuðul til flutning av frystum fiski hevur munað hjá Sandoy Seafood.

At vit hava álagt, at frystur fiskur skal um føroyskan keikant, hevur munað, men ikki nóg mikið. Kunngerðin um, at fiskurin ikki skuldi avhøvdast, er enn ikki lýst, og hevur tí ikki fingið virknað. Hon vildi eisini gjørt mun. 

Átøk, har kvota undir Íslandi, Grønlandi og Flemish Cap eru betraðar, hava munað og økt um rávøru grundarlagið.

At partur av veiddum fiski skal um uppboðssølu á landi hevur gjørt mun, men orsakað av, at skipanin manglar at blíva tillagað, munar broytingin ikki nóg nógv fyri virkir sum Sandoy Seafood. 

At lógarbroytingin, har landið veitir trygd fyri kreditvirði, enn ikki er komin at virka, er spell. Slík broyting vil vera hent fyri eitt virki sum tað í Skopun. Broytingin ger, at tað verður ikki neyðugt at hava stórkapital í rygginum fyri at kunna keypa og selja fiskin. Tá verður tað landið, ið kemur at veita kredittrygdina. Hetta er partur av nýggju lógini.

Átøkini hjá samgonguni hava gjørt mun fyri virksemi hjá smærru virkjunum, men skipanin skal betrast, um smærru virkini skulu fáa nóg hollan grundvøll at standa á.

Sandoy Seafood hevur havt stórar avbjóðingar eitt nú við manglandi rávørutrygd og slitnum maskinum, men hevur megnað at halda seg flótandi síðstu árini.

Í ár hevur eisini gingið væl, hóast upsin hevur svikið, tí arbeiðið við hýsuni hevur víst seg at bera til.

Tí er tað spell, at bakkarnir í Noregi nú kasta handklæðið í ringin. Men tað fáa vit einki gjørt við.

Hinvegin kunnu vit taka hendur saman og royna at fáa gongd á aftur. Royna at gera broytingar, sum skapa góðar fyritreytir og virkishug.

Eg veit, at onnur við mær vilja líta frameftir heldur enn at stara seg blindan í bakspeglinum, tí tann skipanin, vit fóru frá, skapti ikki burðardyggan rakstur á einum virki sum tí í Skopun.

Loysnirnar liggja í at hyggja frameftir við áræði og fremja munagóð átøk.

Jónleif Johannesen 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo