Menn, teirra rættindi, og onki meira. Kvinnur, teirra rættindi, og onki minni
- Susan B. Anthony

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

BankNordik hevur ársaðalfund í dag.

Allir teir ”gomlu” aðalfundarvaldu limirnir verða, sambært dagsskránni, varpaðir á dyr og nýggir nevndarlimir verða valdir.

KVF hevur havt samrøðu við fyrrverandi stjóran í BankNordik, Jørn Astrup, og fyrrverandi nevndarformannin í bankanum, Stine Bosse, um aktuellu støðuna í bankanum.

Tey tykjast bæði ivasom um tað sum fer fram í BankNordik í hesum døgum.

Men Stina og Jørn hava ikki altíð verið so samd.

Í 2007 reisti Astrup eitt endurgjaldskrav móti danska tryggingarsamtakinum Tryg.

Kravið var uppá 24 milliardir kr av ”harraleysum” kapitali, sum Astrup meinti at ”foreningen Tryghedsgruppen” hevði ”stolið” frá tryggingartakaranum.

Táverandi konsernstjórin í TrygVesta, Stine Bosse, noyddist at ásanna, at Astrup fekk fría prosess í hesum stóra sakarmáli, sum annars kom at kosta danska skattgjaldaranum nærum 10 mió. kr. í sakarmálskostnaði.

Málið endaði heilt í hægstarætti, har Astrup tapti við øllum dómaraatkvøðunum og Stina vann.

Men at Astrup fekk ókeypis rættargongd var kortini ein staðfesting av, at málið hevði stóran almennan áhuga.

Men hóast Stine og Astrup vóru ósamd um hvør hevði ognarrættin til 24 milliardir kr, so eru tey kortini samd um, at innanhýsis ófriðurin í BankNordik í hesum døgum, ikki er til gagns fyri bankan.

Men partabrævið í BankNordik stendur sterkt í dag og ber boð um, ar bankin er í góðum hondum.

Partaeigari

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo