Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tey flestu minnast væl, hvussu forargaðir og uppøstir tjóðveldismenn og serliga frama-menn vóru, tá ið USA heystið 1983 leyp á tað lítla fátæka oyggjarsamfelagið, GRENADA í tí Caribiska havinum.

Tann ússaliga invasiónin kallaðist "Urgent Fury".

Álopið kostaði 19 lív fyri amerikanarar, men meira enn tað dupulta talið av dripnum grenadabúgvum, sum manniliga royndu at verja seg.

Tá vóru brúkt øll hugsandi skemdarorð og invektivir av føroyskum nationalistum um tað brutala USA.

Framamenn kallaðu USA fyri eitt rátt og brutalt stórveldi, sum bara kravdi og brúkti primitiva makt, hvis teir ikki fingu sín vilja.

Bæði England, Canada og nógv kontinental europæisk lond fordømdu harðliga ta ráu invasiónina.

Men nú støðan er næstan analog, har USA  arrogant krevur "sín vilja" í Grønlandi kappast nógvir av teimum gomlu føroysku kommunistunum um at fagna USA fyri, at man  brúkar makt og ikki diplomati í Grønlandi, og  serliga skaðafróir fegnast tjóðveldistar og aðrir nationalistar á facebook um, at Danmark verður hótt og eyðmýkt í Grønlandi.

Ja, tjóðveldistiskur logikkur er sera løgin.

Nú solidarisera teir seg opinlýst við tí stórveldi, sum teir eirindaleyst spiltu út fyri rátt maktmisbrúk og ómoralskan internationalan atburð í 1983.

Tíðir broytast, men tann føroyska nationalisman er heilt forútsigilig við systematiskt og konsekvent at svína Danmark út.

Fáa grønlendingar (inuittar) tað betri kulturelt og socialt undir einum brutalum ómoralskum stórveldi?

Ja, vit kunnu bara hyggja eftir, hvussu inuit-mentanin hevur tað í Alaska og Canada, har tann anglosaksiska kulturimperrialisman næstan hevur beint fyri identitetinum hjá inuittum..

Hvussu nógv er eftir av teirra máli og mentan?

Virgar T. Dalsgaard 

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo