Tað tykist altíð vónleyst til tað er gjørt
- Nelson Mandela

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Aftast frá vinstru: Robert Langgaard, Bogi Simonsen, Dánjal Pauli Mohr, Arne Mikkelsen, Pól Egholm, Jákup Hjaltalin, Eyðun Anthoniussen. Fremst: Arnleyg Mikkelsen & Marjun Restorff.

Aftast frá vinstru: Robert Langgaard, Bogi Simonsen, Dánjal Pauli Mohr, Arne Mikkelsen, Pól Egholm, Jákup Hjaltalin, Eyðun Anthoniussen. Fremst: Arnleyg Mikkelsen & Marjun Restorff.

Aftast frá vinstru: Robert Langgaard, Bogi Simonsen, Dánjal Pauli Mohr, Arne Mikkelsen, Pól Egholm, Jákup Hjaltalin, Eyðun Anthoniussen. Fremst: Arnleyg Mikkelsen & Marjun Restorff.

Føroya Bridgesamband skipaði leygardagin fyri árligu silvurkappingini, ið varð leikt í bridgehúsinum í Gundadali.

18 pør luttóku í kappingini og leikt vóru í alt 9 umfør á 5 spøl. Leikt var eftir sonevnda swiss-leistinum, har pørini ið liggja nærmast hvørjum øðrum á stigatalvuni spæla móti hvørjum øðrum. Tó soleiðis at somu pør bert kunnu spæla eitt innanhýsis umfar. Gjørt varð upp fyri hvørt umfar, soleiðis at møguleiki var fyri at fylgja gongdini, sum kappingin leið.

Talan gjørdist um eina javna og spennandi kapping við einum tøttum oddastríði. Tá farið varð undir seinnu hálvu av kappingini løgdu Arne Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr seg á odda, og megnaðu teir hóast harða kapping frá serliga Magna Jøkladal & Pól Egholm, og Jákup Hjaltalin & Boga Simonsen at halda fast í oddasessinum, og vinna kappingina.

Endaliga úrslitið gjørdist at Arne Mikkelsen og Dánjal Pauli Mohr vunnu kappingina við 420,3 stigum (58,4%). Á øðrum plássi vóru Magni Jøkladal og Pól Egholm við 417,1 stigum (57,9%), meðan Jákup Hjaltalin og Bogi Simonsen vunnu sær triðja plássi við 408,4 stigum (56,7%). Øll úrslitini kunnu síggjast á heimasíðuni www.bridge.fo

Umframt virðislønir til tey trí fremstu pørini, varð eisini latin ein virðisløn til parið ið endaði tættast miðal, umframt tí parinum, ið fekk besta úrslitið í mun til teirra styrkital. Virðislønina fyri úrslitið tættast miðal vunnu Eyðun Anthoniussen og Robert Langgaard við 350,4 stigum (50,1%), meðan Arnleyg Mikkelsen og Marjun Restorff vunnu virðislønina fyri at fáa besta úrslitið í mun til teirra styrkital.

Føroya Bridgesamband takkar fyri eina góða og spennandi kapping. Næsta kapping á skránni hjá Føroya Bridgesambandi eru seinastu umførini í grundspælinum í

FM-kappingini fyri lið, sum verða leikt í bridgehúsinum í Gundadali leygardagin 25. januar 2025.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo