Hagstovan: Arbeiðsloysið var 0,9 prosent í november, sum svaraði til 264 fulltíðararbeiðsleys. Sama mánað í fjør var arbeiðsloysið 0,8 prosent við 249 fulltíðararbeiðsleysum.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Sum dømi kann nevnast, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur hendan mánaðin. Í november vóru 310 persónar raktir av arbeiðsloysi, sum eru ellivu fleiri enn í november í fjør.
Arbeiðsloysið minkað í aldursbólkinum 16-24 ár
Minsta arbeiðsloysið var millum tey 16 til 24 ára gomlu við 0,6 prosentum. Hetta er 0,2 prosentstig lægri enn sama mánað í fjør. Persónar í aldrinum 25 til 34 ár høvdu størsta arbeiðsloysi við 1,3 prosentum í november. Hetta er 0,2 prosentstig hægri samanborið við november í fjør.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo