Hgastovan: Landkortið vísir arbeiðsloysi eftir øki. Í november var arbeiðsloysið minst í Norðoya øki og Sandoyar øki við 0,5 prosentum. Samanborið við sama mánað árið fyri hetta óbroytt í Norðoya øki, men ein hækking við 0,4 prosentstigum í Sandoyar øki. Størsta arbeiðsloysið i november var í Suðustreymoyar øki við 1,1 prosentum. Størsti vøkstur samanborið við í fjør var tó í Vága øki, har arbeiðsloysið er vaksið 0,4 prosentstig samanborið við sama mánað í fjør, tá tað var 0,5 prosent.
Fleiri útgreinaði hagtøl um arbeiðsloysi býtt á øki kunnu síggjast á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo