Hagstovan: Arbeiðsloysið var 0,7% í november, ið svarar til 220 fulltíðararbeiðsleys, og er enn á einum søguliga lágum stigi. Arbeiðsloysið var til samanberingar 0,8% í november í 2021, ið svarar til 250 fulltíðararbeiðsleys.
Ein fulltíðararbeiðsleysur er ein persónur, sum er arbeiðsleysur allan mánaðin. Tað merkir, at eru tveir persónar raktir av arbeiðsloysi ein hálvan mánað hvør, telja báðir samanlagt sum ein fulltíðararbeiðsleysur henda mánaðin. Í november vóru 285 persónar raktir av arbeiðsloysi.
Gongdin vísir, at arbeiðsloysið er støðugt minkað seinastu árini. Í 2020 vaks arbeiðsloysið nakað, tá koronufarsóttin rakti, men er síðani minkað aftur.
Arbeiðsleys eru tey, sum eru skrásett hjá ALS og Almannaverkinum, og sum ikki at hava arbeiði, eru fult tøk at arbeiða og eru virkin arbeiðssøkjandi.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo