Føroya Arbeiðsgevarafelag fer í Fasta Gerðarrættin við Starvsfelagnum, sum hevur boðað frá, at limirnir í felagnum fara í samhugaverkfall við arbeiðarafeløgunum í verkfalli.
Samhugaverkfallið skal byrja týsmorgunin klokkan 6, og onki verður sagt um, nær tað endar.
- Vit vilja hava greiðu á, um talan er um eitt heimilað stríðsstig, váttar Niels Winther, formaður í Vinnuhúsinum, sum tó ikki hevur fleiri viðmerkingar til málið í løtuni.
Málið kemur fyri sum skundmál í morgin, avgerð skal takast áðrenn 72 tímar, men vanligt er í slíkum føri, at avgerðin kemur áðrenn stríðsstigið rakar. Tí kemur avgerðin hjá Fasta Gerðarrættinum helst mánadagin.
Um Fasti Gerðarrætturin sigur, at samhugaverkfallið hjá Starvsfelagnum er eitt óheimilað stríðsstig, tað vil siga ímóti teimum reglum og ásetingum sum eru galdandi, so verður samhugaverkfallið av ongum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo