Tað keðiliga við at vera stundisligur er, at eingin er til staðar at virðismeta tað
- Franklin P. Jones

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Føroya Arbeiðsgevarafelag: Seinastu dagarnar hava fleiri blokadur verið kring landið hjá teimum fýra arbeiðarafeløgunum. Í hesum sambandi er umráðandi hjá fyritøkum at fyrihalda seg til viðurskiftini, sum eru lýst niðanfyri.

Reglur fyri fysiskari blokadu:

  • verður ein fyritøka fysiskt blokerað í at gera sítt lógliga arbeiði, er talan um ólógliga blokadu (óheimilað stríðsstig). Tað kann t.d. vera, at fólk ella akfør forða fyri at fyritøkurnar fáa útint sítt arbeiði.

  • fysisk blokada er sambært arbeiðsrættinum ein ólóglig blokada, sama um henda fer fram á almennum øki ella á privatum øki.

  • tó hava óviðkomandi ei heldur loyvi at verða á privatari ogn hjá fyritøkuni.

  • fólk, sum eru í verkfalli, kunnu verða á staðnum og mótmæla og eggja til, at arbeiðið verður niðurlagt. Men tey kunnu ikki forða fyri, at arbeiðið verður gjørt, tí tá gerst talan um ólógliga fysiska blokadu.

Mannagongd, um fyritøkur ikki sleppa framat at gera sítt lógliga arbeiði:

  • fyrsta stig er at biðja fólk, ið blokera, um at flyta seg. Sama er galdandi um talan er um akfør o.l., sum forða fyri, at arbeiðið kann fremjast.

  • um hetta ikki hjálpir, so er at ringja til fakfelagið og biðja tey um at fáa fólkini at flyta seg.

  • um hetta ikki hjálpir, so skal tilburðurin meldast til løgregluna. Hav í huga, at tað er umráðandi at allar fysiskar blokadur verður meldaðar til løgregluna, tí hetta kann verða avgerðandi um talan verður um eitt endurgjaldskrav.

  • Tað er umráðandi, at alt samskifti í s.v. eina ólógliga blokadu verður dokumenterað. Hetta snýr seg m.a. um samskifti við fólk á staðnum, fakfeløg, løgregluna o.l.

Um fyritøkan umhugsar at gera eitt endurgjaldskrav galdandi:
Um so er at fyritøkan hevur fíggjarligt tap av slíkari ólógligari fysiskari blokadu, og umhugsar at gera endurgjaldskrav galdandi hjá teimum, sum skipa fyri ólógligu blokaduni, er umráðandi at fyritøkan sum skjótast skrivliga ger vart við hetta hjá teimum, sum skipa blokaduna. Ein slík fráboðan kann gerast í samráð við advokati hjá fyritøkuni.

Tann, sum er raktur av fysiskari blokadu, hevur skyldu til at avmarka tapið mest møguligt.Tí er umráðandi, at fyritøkan sjálv ger tað, sum gerast kann, fyri at avmarka eitt møguligt tap, herundir fráboðar málið til løgregluna, umhugsar aðrar møguleikar v.m.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo