Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Barna- og Útbúgvingarmálaráðið: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna - og útbúgvingarmálum, hevur sett ein arbeiðsbólk, sum skal gera tilmæli við atliti at dagføra dagstovnalógina.

Lógin, sum hevur verið galdandi í yvir 24 ár, er grundarlagið undir føroysku dagstovnum.

Síðan lógin bleiv sett í gildi hevur samfelagið verið fyri týðandi broytingum, sum hava havt við sær broytt krøv og væntanir til leiklutin og virksemi hjá dagstovnum.

Hóast hesa broyting, eru bert smærri tillagingar gjørdar í lóggávuni. 
 
Neyðugt er at tryggja, at lóggávan speglar verandi samfelagsviðurskifti og stuðlar undir barnsins menning og tørv hjá nútíðar familjuni, og tí er tørvur á at dagføra dagstovnalógina.
 
Í arbeiðsbólkinum eru Janus Haraldsen, umboð fyri Kommunufelagið, Jan Lauritsen, umboð fyri dagstovnaøkið, Jónhild Abrahamsen, umboð fyri dagstovnaøkið, Sarah Einarsson, umboð fyri Sernám, Sanna á Løgmansbø, umboð fyri Pedagogfelagið, og Eva Klein, forfólk og umboð fyri Barna- og útbúgvingarmálaráðið.

Miðað verður ímóti at handa landsstýrismanninum álitið miðjan januar 2025.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo