Amnesty Føroyar: Í dag tann 25. november á altjóða degnum móti harðskapi móti kvinnum verður ársins skrivátak hjá Amnesty International skotið ígongd. Vit skriva brøv allan desember mánað. Í ár verður serligt ljós varpað á kvinnuligar aktivistar, og hetta er orsøkin, at vit byrja á hesum degi. Kvinnurnar, sum vit skriva fyri, sita fongslaðar, eru fyri ágangi ella eru dripnar. Ikki tí, at tær eru aktivistar, men tí at tær eru kvinnur.
NÝGGJ KANNING: Neyðtøkur í Evropa
Í dag almannakunngerð Amnesty eisini nýggja frágreiðing um støðuna í Evropa, tá tað snýr seg um neyðtøku og rættartrygdina hjá offrum fyri neyðtøku. Frágreiðingin vísir m.a., at 1 av 20 kvinnum í ES hava verið fyri neyðtøku eftir 15 ára aldur. Tað er áleið 9 milliónir kvinnur. Og at 1 av 10 kvinnum í ES hava upplivað kynsligan harðskap eftir 15 ára aldur.
Les meira um tað her: https://www.amnesty.fo/tidindi/2693/
ALTJÓÐA DAGUR MÓTI HARÐSKAPI MÓTI KVINNUM
Fyri stuttum hevði Amnesty Føroyar vitjan av 20 ára gomlu Najmo Fiyasko úr Somalia, sum persónliga og hjartaskerandi fortaldi um tann dagin, tá menn traðkaðu inn í heim teirra og drupu pápa hennara frammanfyri eygum hennara, tí pápin arbeiddi fyri rættindum hjá gentum. Vit hoyrdu um eina gentulagdu, sum á ongan hátt er virðilig ella rættvís, men tvørturímóti ómenniskjaslig og órættvís. Men vit hoyrdu eisini røddina hjá eini sterkari gentu. Og styrkin í røddini kom frá pápanum. Najmo segði sjálv, at rótin til hennara drívmegi kom frá pápa hennara, tí hann trúði uppá, at gentir kunnu broyta heimin. "Teir drupu pápa mín, men eg vil tryggja, at hansara rødd livir víðari. Eg vil vera tann røddin, sum teir royndu at drepa."
Og tað er so ógvuliga týdningarmikið, at fleiri taka lut í stríðnum hjá Najmo, sum snýr seg um, at harðskapur móti kvinnum ikki er "natúrligur" ella nakað "sum ikki slepst undan". Og tað er í okkara hondum at broyta hetta, tí sum unga Najmo so klókt orðaði seg: "Eg eri ikki fortíðin, eg eri framtíðin!".
EITT EINFALT BRÆV KANN GERA ALLAN MUNIN (SKRIVA FYRI LÍVI 2018)
Vit skriav fyri Atenu úr Iran og Geraldine út Venesuela. Vit hava valt tvær sakir út, sum vit skriva fyri í tíðarskeiðnum frá 25. november og allan desember mánað.
Atena úr Iran er fongslað fyri at hava mótmælt deyðarevsing, og 24 ára gamla Geraldine úr Venesuela, sum er ákærd fyri at geva ungfólki í heimbýi áræði at verja síni rættindi.
Vit vita frá royndum, at eitt einfalt bræv kann gera allan munin í lívinum hjá eini kvinnu. At skriva eitt bræv kan ítøkiliga bjarga lívum. Og fyri ein, sum situr handan rimar kunnu brøvini birta eina lívsneyðuga vón, eins og tað kann leggja eitt avgerandi trýst á myndugleikarnar.
Á heimasíðuni hjá Amnesty eru fleiri upplýsingar um brævaskriving. Ungdómsbólkurin hjá Amnesty skipar fyri skrivitiltøkum kring landið, og á síðuni kanst tú taka ein skrá niður: https://www.amnesty.fo/tidindi/skriva2018/.
Á síðuni sært tú, hvussu tú kanst melda teg til og fáa postkort sendandi.
TIL LÆRARAR
Hvørt ár bjóða vit næmingum at vera við. Og vit halda, at hetta er serliga væl egnað til næmingar í 7. til 10. flokki. Á síðuni er atgongd til undirvísingartilfar til lærarar, sum kunnu brúka ein hálvan tíma uppá at skriva brøv saman við næmingum.
Vit vóna, at nógvir føroyingar fara at skriva brøv sum partur av hesum einfalda og sterka samhugaátaki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo